Skriva út

Kunngerð nr. 20 frá 16. mars 2018

um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (Leingja umsóknarfreistina)

§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, verða gjørdar hesar broytingar:

1. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.

2. Í § 4, stk. 3, nr. 7 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tí tíðarskeiði, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið. Hóast hesa áseting hevur faðirin at barninum rætt til barsilspening í upp til 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð” strikað.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Givið út: 23. mars 2018)

Samanskrivað kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012.


Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018
Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)