Skriva út

Kunngerð nr. 22 frá 19. februar 2003

um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum

Broytt við kunngerð nr. 14 frá 21. februar 2017.

Við heimild í § 12, stk. 6 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum verður fyrisett:

§ 1. 1) Meirvirðisgjaldsskyldug søla fevnir ikki um sølu av bókum, ið hoyra undir vøruflokk 4901 ávikavist 4904 í toll- og vøruskránni.

§ 2. 1) Strikað

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 109 frá 3. oktober 1994 frá Føroya Landsstýri um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum.

Notur

1) Broytt við kunngerð nr. 14 frá 21. februar 2017, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útg.: 24.02.2017)

Fíggjarmálaráðið, 19. februar 2003

Karsten Hansen, (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge, (sign.)

Notir
1) Broytt við ll. nr. 14 frá 21.02.2017kunngerð um broyting í kunngerð um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum