Skriva út

Kunngerð nr. 22 frá 16. mars 2018

um broyting í kunngerð um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi (Leingja umsóknarfreistina)

§ 1
Í kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi verða gjørdar hesar broytingar:

1. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.

2. Í § 4, stk. 3, nr. 8 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tíðarskeiðinum, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið” strikað.

3. Í § 9 verður “ella hefti” strikað.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Samanskrivað kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001.


Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018
Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)