Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 25 frá 4. apríl 2005

um starvsskipan fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina

Við heimild í § 22, stk. 7 í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 15. frá 4. mars 2005 verður fyrisett:

§ 1. Skatta- og avgjaldskærunevndin viðger kærur um avgerðir, sum økisskrivstovurnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya, kommunalu skattakærunevndirnar, Stýrið, ella Toll- og skattaráðið hava tikið.

§ 2. Føroya Kærustovnur virkar sum skrivstova hjá nevndini og tekur sær av øllum samskifti við kæraran og fyrireikar málini fyri nevndina.

Innlata kæru

§ 3. Kæra skal vera Føroya Kærustovni í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Verður kæran móttikin seinni, verður hon avvíst. Skatta- og Avgjaldskærunevndin kann tó avgera at viðgera kæruna, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Stk. 2. Kæran skal verða skrivlig og grundgivin. Víst skal verða á, hvat í avgerðini verður mett at vera skeivt og grundgivið verður fyri hesum. Saman við kæruni skal fylgja avrit av kærdu avgerðini og tey skjøl, sum kærarin metir vera av týdningi fyri avgerðina.
Stk. 3. Um kæran ikki lýkur tey krøv, sum eru ásett í stk. 2, og tað av hesari orsøk er trupult at viðgera málið, kann Føroya Kærustovnur geva kæraranum eina hóskandi styttri freist at bøta um kæruna. Vísir tað seg, at kærarin ikki vil vera við til hetta, og málið tí er óegnað til viðgerð, kann kæran verða løgd fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina til avvísingar.

§ 4. Um allir kærumøguleikar ikki eru troyttir, áðrenn kært verður til Skatta- og avgjaldskærunevndina, verður kæran avvíst. Skatta- og avgjaldskærunevndin kann tó avgera at viðgera kæruna, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Stk. 2. Kæra um skattseting kann ikki skjótast inn fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina, um kærarin ikki í rættari tíð hevur sent kæru til kommunalu skattakærunevndina. Hetta er tó ikki galdandi, um kærarin heldur fast um, at hann ikki er skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógilda skattsetingina.
Stk. 3. Eru meira enn 3 mánaðir lidnir, síðani kæran varð latin inn til kommunalu skattakærunevndina, kann kæra verða latin Skatta- og avgjaldskærunevndini, sjálvt um kommunala skattakærunevndin ikki hevur gjørt sín úrskurð.

Fyrireika mál

§ 5. Tá kæra kemur inn, verður avrit av henni sent til Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya, og biðið verður um ummæli og allar upplýsingar, sum hava verið grundarlag undir avgerðini.
Stk. 2. Tá Toll- og Skattaráð Føroya/Stýrið hevur kært eina avgerð hjá einari kommunalari skattakærunevnd til Skatta- og avgjaldskærunevndina, verður avrit av kæruni sent til hoyringar hjá viðkomandi, sum kæran snýr seg um.
Stk. 3. Um hoyringin hevur við sær viðmerkingar ella nýggj skjøl, verða tey send Stýrinum, ávikavist skattgjaldaranum, til viðmerkingar.
Stk. 4. Føroya Kærustovnur kann áseta eina hóskandi freist fyri, nær umbidnu upplýsingarnar skulu verða Kærustovninum í hendi.
Stk. 5. Føroya Kærustovnur kann eisini innheinta upplýsingar frá øðrum, um hetta verður mett neyðugt.

§ 6. Tá mett verður, at tær upplýsingar, sum skulu til fyri at gera eina lýsing av málinum, eru innkomnar, ger Føroya Kærustovnur eitt upprit við tilmæli um avgerð. Tá uppritið er klárt, verður málið sett á skrá til fund hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.

§ 7. Kemur nýtt tilfar inn til Skatta- og avgjaldskærunevndina, eftir at eitt mál er sett á skrá til fund, verður málið tikið av skránni. Hetta verður tó ikki gjørt, um mett verður, at innkomna tilfarið er av slíkum slagi, at tað ikki hevur týdning fyri avgerðina hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.

Nevndarfundir

§ 8. Føroya Kærustovnur kallar limirnar í Skatta- og avgjaldskærunevndini til fundar í minsta lagi eina viku frammanundan, at fundurin ætlandi skal verða hildin. Serligar umstøður kunnu tó gera, at neyðugt er at innkalla nevndina við eini styttri freist.
Stk. 2. Limirnir hava skyldu at koma á allar fundir, tá tað ikki av fullgyldugum grundum er teimum ógjørligt. Um tað berst limi frá at møta, eigur hann at siga Føroya Kærustovni frá skjótast gjørligt. Varalimur verður so innkallaður ístaðin.
Stk. 3. Saman við innkallingini verður send skrá fyri fundin og upprit við tilmælum til avgerð av teimum á skránni nevndu málum. Á skránni skal eisini standa, um nakar av kærarunum ynskir at koma á fund við kærunevndina.

§ 9. Kærari kann fáa høvi at bera fram áskoðan sína munnliga fyri nevndini. Um hann ynskir tað, skal Stýrið, ávikavist skattgjaldarin, eisini fáa høvi at koma á fund við nevndina.
Stk. 2. Føroya Kærustovnur skal vegleiða kæraran um henda rætt og við eini hóskandi freist biðja hann boða frá, um hann ynskir at møta.
Stk. 3. Um kærari hevur fráboðað, at hann ynskir at møta, verður hann innkallaður til fund í minsta lagi 2 vikur frammanundan, at fundurin ætlandi skal verða hildin. Samstundis verður Stýrið, ávikavist viðkomandi skattgjaldari, innkallaður.
Stk. 4. Kærarin kann, nær tað skal verða, boða frá, at hann afturkallar ynski um at møta.
Stk. 5. Um mál er greitt til nevndarviðgerð, men av kærarans ávum dregur óneyðugt út, kann nevndin fremja málið, uttan at kærarin møtir fyri nevndini.

§ 10. Nevndarformaðurin leggur málið fram á fundinum. Um kærarin er møttur, fær hann høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og grundgevingum. Somuleiðis fær Stýrið, ávikavist skattgjaldarin, høvi til at bera sína áskoðan fram fyri nevndini. Nevndarlimirnir kunnu seta fram spurningar til kærara og Stýrið, ávikavist skattgjaldara.
Stk. 2. Tá kærarin og Stýrið, ávikavist skattgjaldarin, eru farin av fundinum aftur, viðger nevndin málið og tekur støðu til tað.
Stk. 3. Avgerðin hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini kann verða at staðfesta, broyta, partvíst broyta ella heimvísa avgerðina. Nevndin kann eisini avgera at útseta málið til nærri kanningar, um t.d. upplýsingar ella frágreiðingar framkomnar á nevndarfundinum geva høvi til tess.
Stk. 4. Í teimum førum, tá Toll og Skattstovan beinleiðis hevur ætlað um inntøkuna hjá kærara, kann ein slík meting hjá Toll- og Skattstovuni ikki broytast av skattakærunevndini, uttan so, at kærarin, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at skattakærunevndin av hesum verður betur før fyri at ætla um málið, sbr. § 15, stk. 3 í lógini um Toll- og Skattafyrisiting.
Stk. 5. Fundirnir eru ikki almennir, og bandupptøka av fundum má heldur ikki gerast.

§ 11. Nevndin er bert viðtøkufør, tá minst helvtin av limunum ella tiltakslimum teirra eru á fundi. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, eigur formaðurin avgerðarrættin. Formaðurin ella í hansara stað varaformaðurin skulu luttaka í øllum avgerðum.
Stk. 2. Uppskot verður roknað sum samtykt uttan atkvøðugreiðslu, tá ið formaðurin heldur tað ikki vera neyðugt at atkvøða, og eingin limur krevur atkvøðugreiðslu.

Fundabók

§ 12. Fundabók verður førd av Føroya Kærustovni og góðkend av nevndarformanninum. Í fundabókini skal verða upplýst, hvønn dag fundur er, og nær fundurin byrjar og endar, hvørji mál verða viðgjørd á fundinum við neyðugum frámerki, hvør avgerð er tikin, og hvør var til staðar á fundinum.
Stk. 2. Er ikki full semja um avgerðir nevndarinnar í einum máli, skulu tey, ið eru komin til aðra niðurstøðu í málinum, hava loyvi til at fáa sína støðu førda í fundabókina, tá biðið verður um tað.
Stk. 3. Um ein limur, sum verður mettur ógegnigur sambært løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyristingarlóg, ikki sleppur at luttaka í viðgerðini og endaligu avgerðini av einum máli, skal hetta skrivast í fundabókina. Tann, ið er mettur at vera ógegnigur, kann, um hann mótmælir avgerðini hjá nevndini, krevja at fáa sítt mótmæli móti avgerðini hjá nevndini um sítt ógegni skrivað í fundabókina.
Stk. 4. Tá fundur er lokin, skal fundabókin undirskrivast av øllum nevndarlimum, sum hava luttikið á fundinum. Eingin kann við at vísa til sína serstøðu í einum máli sýta fyri at undirskriva fundabókina.

§ 13. Skatta- og avgjaldskærunevndin kann taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.

Avgreiðsla av avgerðum

§ 14. Føroya Kærustovnur skipar fyri, at avgerðirnar hjá nevndini verða avgreiddar. Avgerðirnar hjá nevndini skulu vera dagfestar og skrivliga grundgivnar. Støða skal vera tikin til tær grundgevingar og umstøður, sum kærarin er komin við, verða nevndu umstøðurnar og grundgevingarnar ikki mettar at vera lítisverdar og uttan týdning fyri avgerðina av málinum. Avgerðir skulu skrivast undir av formanninum og skrivara á Føroya Kærustovni.
Stk. 2. Í serligum førum kann nevndin taka eina avgerð, har endaliga úrslitið í tølum ikki verður gjørt upp, men har tað bert verður víst á, eftir hvørjum prinsippum kærda avgerðin skal verða viðgjørd. Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið, skipar síðani fyri, at málið verður viðgjørt í tráð við ávísingarnar hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.
Stk. 3. Avrit av avgerðini verður sent kæraranum og Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum. Avrit kann eisini verða sent eini kommunalari skattakærunevnd, um henda nevnd hevur tikið avgerð í málinum. Samstundis verður gjørt vart við freistina at leggja málið fyri dómstólarnar.

Afturkalling

§ 15. Ein kærari kann altíð bæði skrivliga og munnliga taka eina kæru aftur. Verður kæran tikin aftur á fundi við Skatta- og avgjaldskærunevndina, verður hetta ført í fundabókina. Tað skal tó altíð skrivliga verða boðað honum frá, at Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur steðgað viðgerðini av kæruni, tí hon er tikin aftur.
Stk. 2. Um kærarin leggur málið fyri dómstólarnar, áðrenn Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur tikið avgerð í málinum, verður kæran til Skatta- og avgjaldskærunevndina mett at verða burturfallin. Føroya Kærustovnur boðar skrivliga kæraranum frá, at viðgerðin er steðgað í Skatta- og avgjaldskærunevndini.
Stk. 3. Um mál verður uppafturtikið til viðgerðar hjá einari kommunalari skattakærunevnd ella hjá Toll- og Skattstovu Føroya, geva avvarðandi myndugleikar Føroya Kærustovni boð um uppafturtøkuna. Føroya Kærustovnur boðar skrivliga kæraranum frá, at viðgerðin er steðgað í Skatta- og avgjaldskærunevndini.

Uppafturtøka

§ 16. Skatta- og avgjaldskærunevndin kann eftir áheitan frá kærara taka eina kæru uppaftur, um nevndin fær upplýsingar, sum hava týdning fyri málið, og sum hon ikki hevði, tá hon viðgjørdi kæruna. Avger nevndin at taka eina kæru uppaftur, verður hon viðgjørd eftir reglunum í hesi starvsskipan.

Umboðan

§ 17. Kærari kann altíð geva Føroya Kærustovni boð um, at ein ávísur persónur hevur fingið fulltrú til í hansara stað at taka sær av øllum samskifti við Føroya Kærustovn. Føroya Kærustovnur hevur síðani alt samskiftið við tann, sum hevur fingið fulltrú, til Føroya Kærustovnur fær boð um, at hon er tikin aftur.
Stk. 2. Uttan mun til regluna í stk. 1, skulu bæði kærarin og fulltrúi hansara altíð fáa avgerðina hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini sendandi ella eisini fráboðan um, at viðgerðin av málinum er steðgað, tá mál verður afturkallað.

Almannakunngera avgerðir

§ 18. Avgerðir hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini, sum verða mettar at hava almennan áhuga, verða almannakunngjørdar. Áðrenn almannakunngeringina verða avgerðirnar gjørdar navnaleysar.

Gildiskoma

§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri allar kærur, sum verða móttiknar á Føroya Kærustovni gildiskomudagin og seinni.

Fíggjarmálaráðið, 4. apríl 2005

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
Petur Alberg Lamhauge (sign.)