Skriva út

Kunngerð nr. 30 frá 4. mars 2003

um rentustuðul til persónar, sum hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur

Við heimild í § 8, stk. 2 í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, verður ásett:

§ 1. Persónur, sum fær endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, hevur ikki samstundis rætt til rentustuðul eftir løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, samanber við § 8, stk. 1 í lógini.

§ 2. Persónur, sum hevur rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, kemur ikki undir ásetingina í § 1, um viðkomandi kann prógva, at hann hevur frásagt sær rættin til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur.
Stk. 2. Skjalprógvan sambært stk. 1 skal fylgja við á hvørjum ári, tá søkt verður um rentustuðul.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003.

Fíggjarmálaráðið, 4. mars 2003

Karsten Hansen, (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge, (sign.)