Skriva út

Kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017 

um broyting í kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin

§ 1

Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 14 verður orðað soleiðis:

“§ 14. Máliskan Meginbanki merkir ein stovnur í einum Rættardømi, sum sambært lóg ella almennari góðkenning er evsti myndugleiki eftir sjálva stjórnina, og sum gevur út løgskjøl, sum verða sett í umfar sum gjaldoyra. Hesin bankin kann vera ein stovnur, sum er sundurskildur frá stjórnini, uttan mun til um rættardømið heilt ella lutvíst eigur hann.”

2. § 19, stk. 2 verður strikað.

3. § 39, stk. 2 verður strikað.

4. Í § 54, stk. 1 verður eftir “hesum” sett: “, uttan so at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin:

1) einans bókar Kontur, sum eru undantiknar,
2) er eitt dótturfelag, sum ein sovorðin Fráboðandi fíggjarligur stovnur eigur einsamallur, og sum ikki bókar aðrar Fíggjarligar kontur enn ognarlutirnar hjá hesum stovni, ella
3) er ein Íløgueind, har øll eginogn og skuld er fevnd av § 21, stk. 1, nr. 3, 2. pkt.”

5. Í § 102, stk. 2 verður aftan á “Fráboðandi fíggjarligur stovnur” sett: “, sum skal skrásetast eftir § 54”.

6. § 106, stk. 1-3 verða orðað soleiðis:

“Persónar, sum fráboðast skal um, skulu upplýsa føroyskt p-tal ella v-tal fyri tí fráboðanarskylduga at nýta í sambandi við fráboðanina. 1. pkt. er eisini galdandi fyri Eindir við Persónum við ræði, sum eru Persónar, sum fráboðast skal um.

Stk. 2. Í fyrsta umfari verður p-talið upplýst. Hevur viðkomandi ikki p-tal, verður v-talið upplýst.

Stk. 3. Fyri feløg, grunnar, felagsskapir, deyðsbúgv og líknandi, sum hvørki hava p-tal ella v-tal, verður annaðhvørt latið p-talið hjá formanninum ella hjá øðrum persóni, sum hevur rætt at virka vegna Eindina ella Persónin, sum fráboðan skal latast um.”

7. Skjal 1 til kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útg.: 28. mars 2017)

Fíggjarmálaráðið, 28. mars 2017

Kristina Háfoss (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Samanskrivað kunngerð nr. 11 frá 19. januar 2016