Skriva út

Kunngerð nr. 34 frá 28. mars 2022

um skatt av frítíðarløn

Við heimild í § 28, stk. 4 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997, verður ásett:


§ 1. Skattur av frítíðarløn verður frároknaður lønini ella hýruni, tá arbeiðsgevarin ávísur hana um góðkent avrokningarstað. Frítíðarlønin verður í síni heild flutt á frítíðarlønarkontu, sum TAKS umsitur.
Stk. 2. Er ikki rúm fyri skattinum í lønini ella hýruni, verður skattur frároknaður frítíðarlønini.

§ 2. Arbeiðsgevari kann draga frá frítíðarløn í tí ári, hon er goldin á frítíðarkontu, sum TAKS umsitur.

§ 3. Arbeiðsgevari hevur sambært § 118 í løgtingslógini skyldu til at geva TAKS og løntakaranum upplýsingar um ta frítíðarløn, sum er útgoldin løntakara í inntøkuárinum.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2022, og samstundis fer úr gildi kunngerð frá 3. apríl 1986 frá Líkningarráð Føroya um skatt av frítíðarløn.


Fíggjarmálaráðið, 28. mars 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)