Skriva út

Kunngerð nr. 35 frá 20. mars 2000

um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum

Við heimild í § 16, stk. 2, og § 33, stk. 2, í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður ásett:

Kapittul 1
Blandað nýtsla

§ 1. Avgjald av vørum og tænastum, ið virki keypa, ið bæði reka skrásetingarskyldugt og ikki skrásetingarskyldugt virksemi, skal rokast við í inngangandi avgjald sambært reglunum í stk. 2-5. Hetta er tó ikki galdandi fyri keyp av tí slagnum, sum er nevnt í kapitli 2-4.
Stk. 2. Avgjald av vørum og tænastum, ið verða keyptar til nýtslu burturav í skrásetta partinum av virkinum, skal í síni heild roknast við í inngangandi avgjald.
Stk. 3. Avgjald av vørum og tænastum, ið verða keyptar til nýtslu bæði í skrásetta og í ikki skrásetta partinum av virkinum (felags nýtslu), skal roknast við í inngangandi avgjald við tí partinurn av avgjaldinum, ið svarar til munin millum søluna (ikki íroknað avgjald) av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum og samlaðu søluna hjá virkinum í viðkomandi roknskaparári.
Stk. 4. Tá ið boðast skal frá avgjaldi fyri tað einstaka avgjaldstíðarskeiðið, kann virkið gera eina fyribils uppgerð av tí partinum av avgjaldi á keypi hjá virkinum, ið kann roknast við í inngangandi avgjald. Henda uppgerð verður grundað á sølu í undanfarna roknskaparári. Eftir roknskaparárslok skal endalig javnan av avgjaldinum gerast. Fyri nýstovnað virki er fyribils uppgerðin grundað á sølu í tí einstaka av gjaldstíðarskeiðinum.
Stk. 5. Avgjald av vørum og tænastum, ið verða keyptar til nýtslu burturav í ikki skrásetta partinum av virkinum, kann ikki roknast við í inngangandi avgjald.

Kapittul 2
Eginnýtsla

§ 2. Avgjald av vørum og tænastum, ið verða keyptar av skrásettum virki til nýtslu bæði í virkinum og til egna nýtslu ella til annað endamál, ið ikki viðvíkur virkinum, skal roknast við í inngangandi avgjald við tí partinum, sum verður mettur at viðvíkja skrásetta virkinum.
Stk. 2. Tá ið Toll- og Skattstova Føroya ger av, um metta sundurbýtingin av avgjaldi á virkið og á egna nýtslu hjá handhava er gjørd á rættan hátt, er tann sundurbýting, sum er góðkend av Toll- og Skattstovu Føroya, vanliga grundarlagið. Er eingin serstøk sundurbýting gjørd av útreiðslum til umrøddu vørur og tænastur við avgjaldsásetingina, kann ein sundurbýting, sum Toll- og Skattstova Føroya vanliga nýtir, vera grundarlag.

Kapittul 3
Føst ogn

§ 3. Avgjald viðvíkjandi gerð av bygningum, her ímillum uppíbygging, sum umframt høli til skrásetta virkið eisini fevnir um onnur høli, kann roknast við í inngangandi avgjald við tí partinum av samlaða av gjaldinum av byggingini, sum byggiútreiðslurnar fyri høli hjá virkinum verða mettar at vera í mun til samlaðu byggiútreiðslurnar. Um so er, at hølini til ta ymisku nýtsluna eru á sama støði (standard), kann sundurbýtingin gerast grundað á lutfallið millum gólvvíddina í hølunum hjá virkjunum og samlaðu gólvvíddina í bygninginum.
Stk. 2. Hetta verður ikki roknað sum høli hjá virkinum:

  1. høli, ið verða nýtt sum íbúð hjá handhava ella starvsfólki á virkinum, uttan mun til um hølini eisini verða nýtt í vinnu hjá viðkomandi, ella
  2. høli, ið verða leigað út, uttan so at útleigan er fevnd av reglunum um sjálvbodna skráseting, javnber kunngerð um sjálvbodna skráseting, sambært lóg um meirvirðisgjald, fyri útleigu, uppsiting og sølu av fastari ogn.

Stk. 3. Avgjald viðvíkjandi arbeiði við umbygging, umvæling og viðlíkahaldi av teimum í stk. 1 umrøddu bygningum, kann roknast við í inngangandi avgjald, í tann mun avgjaldið beinleiðis viðvíkur hølunum hjá virkinum. Hetta er treytað av, at latarin í rokningini hevur býtt prísin fyri gjørt arbeiði sundur.
Stk. 4. Avgjald viðvíkjandi arbeiði við umbygging, umvæling og viðlíkahaldi, sum ikki beinleiðis kann vísast til tey einstøku hølini í bygninginum, t.d. uttanhýsis viðlíkahald ella umvæling av hitaskipan í bygninginum, skal roknast við í inngangandi avgjald grundað á lutfallið millum gólvvíddina í hølunum hjá virkinum og samlaðu gólvvíddina í bygninginum.

§ 4. Avgjald viðvíkjandi umvæling og viðlíkahaldi av aðrari fastari ogn enn bygningum (t.d. grundstykki, havnir v.m.) kann roknast við í inngangandi avgjald við tí partinum, sum verður gjørdur upp sambært meginreglunum í §§ 1 og 2.

Kapittul 4
Vøru- og lastvognar

§ 5. Avgjald, ið viðvíkur keypi av persón-, vøru- og lastvognum og avgjald av gjøldum sambært leigu og leasingsáttmálum av somu vognum, tá veruliga totalvektin fer ikki upp um 3500 kg, kann ikki roknast við í inngangandi avgjald, uttan so at akførini burturav verða nýtt í sambandi við sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá virkinum. Fyri lastvognar, har veruliga totalvektin er størri enn 3500 kg, og sum verða nýttir bæði í virkinum og til egna nýtslu, ella til annað endamál, ið ikki viðvíkur virkinum eru reglurnar í § 2 galdandi.
Stk. 2. Avgjald, ið viðvíkur rakstri av teimum í stk. 1, nevndu akførum, kann í síni heild roknast við í inngangandi avgjald, uttan mun til um akførini einans partvís verða nýtt í virkinum. Gjøld sambært leigu- og leasingsáttmálum verða í hesum sambandi ikki roknað sum rakstrarútreiðslur sambært hesum stk. 1
Stk. 3. Frádráttarrættur sambært stk. 1 og 2 er tó treytaður av, at sølan av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá virkinum fer upp um kr. 20.000 árliga.

Kapittul 5
Matstovur

§ 6. Við í inngangandi avgjald kann roknast avgjald á keypi av nýttari vøru á matstovuni.
Stk. 2. Avgjaldsskylduga sølan fevnir um lating móti gjaldi og um vørur, ið verða tiknar í nýtslu av handhavara og starvsfólki.
Stk. 3. Avgjaldsskylduga virðið er samsýningin fyri latingina, ikki íroknað mvg, og skal hetta í minsta lagi vera eins stórt og kostprísurin av nýttum vørum, íroknað 25% av vørunýtsluni fyri hvørt starvsfólk á matstovuni.
Stk. 4. Virki og stovnar, ið reka skrásetingarskyldugt virksemi, og sum kunnu rokna avgjald av keypi við í inngangandi avgjald sambært § 1, stk. 2, hava frádráttarrætt fyri inngangandi avgjald av íløgu í sambandi við matstovu.
Stk. 5. Virki og stovnar, ið bæði reka skrásetingarskyldugt og ikki skrásetingarskyldugt virksemi, og sum kunnu rokna avgjald av keypi við í inngangandi avgjald sambært § 1, stk. 3 hava sama lutfalsliga frádráttarrætt fyri inngangandi avgjald av íløgu í sambandi við matstovu.
Stk. 6. Virki og stovnar, ið reka ikki skrásetingarskyldugt virksemi, og sum ikki kunnu rokna avgjald av keypi við í inngangandi avgjald, hava ikki frádráttarrætt fyri inngangandi avgjald av íløgu í sambandi við matstovu.
Stk. 7. Frádráttarrættur sambært hesi grein er tó treytaður av, at sølan av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá matstovuni fer upp um 20.000 kr. árliga. Er útrokningin av avgjaldsskyldugu søluni sambært stk. 3 størri enn sambært stk. 2, skal útrokningin sambært stk. 3 nýtast.

§ 7. Um so er, at eitt virki fevnir um fleiri øki (t.d. fleiri virki við sama eigara ella ymiskan rakstur í sama virki), kann Toll- og Skattstova Føroya loyva ella krevja, at roknskapur viðvíkjandi avgjaldi við frádráttarrætti sambært §§ 1-5 verður gjørdur hvør sær fyri eitt ella fleiri av økjunum hjá virkinum. Virkið skal í tílíkum førum føra serstakan roknskap fyri umrøddu øki.

§ 8. Um so er, at broytingar fara fram í grundarlagnum undir einum frádrátti, sum virkið hevur gjørt fyri inngangandi avgjald í sambandi við keyp av íløgugøgnum (rakstrargøgnum, um keypsprísurin, ikki íroknaður meirvirðisgjald, fer upp um 20.000 kr., og føst ogn), skal javnan fara fram av tí frádrigna avgjaldinum í samsvari við reglurnar í kapitli 7.

Kapittul 6
Søla

§ 9. Við sølu av vørum, sum í einum skrásettum virki hava verið nýttar til endamál, sum sambært reglunum í hesi kunngerð hava lutfalsligan frádráttarrætt, skal allur søluprísurin roknast við í avgjaldsskyldugu søluna hjá virkinum, javnber tó reglurnar í kapitli 7 um javnan av inngangandi avgjaldi fyri íløgugøgn.
Stk 2. Við sølu av bygningurn og aðrari fastari ogn verður gjørt sum ásett í kapitli 7 um javnan av inngangandi avgjaldi fyri íløgugøgn.
Stk. 3. Avgjald skal ikki rindast við sølu av motorakførum, hvørs avgjald av keypi ikki kundi roknast við í inngangandi avgjaldið.

Kapittul 7
Íløgugøgn

§ 10. Hetta verður roknað fyri íløgugøgn:

  1. Maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn, hvørs keypsprísur, ikki íroknaður meirvirðisgjald, fer upp um 20.000 kr., og sum er undir virðisminkan.
  2. Føst ogn.
  3. Uppí- og umbygging ella nútímansgerð og um vælingar og viðlíkahald á fasta ogn við einum samlaðum avgjaldsskyldugum virði, sum er meira enn 50.000 kr. um árið.

§ 11. Hendir ein broyting í frádráttarrættinum hjá einum skrásettum virki, sum virkið fekk við keyp av íløgugøgni, skal javnan av inngangandi avgjaldinum hjá virkinum fara fram, javnber tó § 14, stk. 4.
Stk. 2. Viðvíkjandi maskinum, innbúgvi og øðrum rakstrargøgnum verður bert gjørd javnan fyri broytingar, sum henda í fyrstu 5 roknskaparárunum, fyri fasta ogn og fyri uppí- og umbygging v.m. á fasta ogn í fyrstu 10 roknskaparárunum, aftaná keypið, íroknað tað roknskaparárið, tá ið íløgugøgnið er keypt.
Stk. 3. Javnan skal gerast í hesurn førum:

  1. Tá ið íløgugøgn, sum virkið við keypið hevði fullan ella lutfalsligan frádráttarrætt fyri, fer til aðra nýtslu, sum virkið ikki hevur frádráttarrætt fyri.
  2. Tá ið íløgugøgn, sum virkið við keypið hevði fullan frádráttarrætt fyri, fer til aðra nýtslu, sum virkið hevur lutfalsligan frádráttarrætt fyri.
  3. Tá ið grundarlagið fyri lutfalsligum frádráttar rætti, sum virkið hevði við keypið, verður broytt soleiðis, at virkið fær rætt til minni lutfalsligan frádráttarrætt.

Stk. 4. Samsvarandi kann javnan fara fram, tá ið virkið fær rætt til størri frádrátt, enn tað hevði við keypið. Tó kann javnan ikki fara fram fyri íløgugøgn, sum virkið við keypið ikki hevði frádráttarrætt fyri, ella sum javnan áður er gjørd fyri sambært stk. 3, nr. 1.
Stk. 5. Frádráttarrætturin hjá einum virki fyri íløgugøgn verður gjørdur upp fyri hvørt roknskaparár, sambært reglunum í § 1.

§ 12. Í hesum førum skal javnan ikki fara fram:

  1. Við sølu av íløgugøgnum, sum virki hevur frádráttarrætt fyri sambært § 11, stk. 4 í lóg um meirvirðisgjald.
  2. Við sølu av íløgugøgnum, ið kann haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu sambært § 12, stk. 1, í lóg um meirvirðisgjald.
  3. Við sølu av íløgugøgnum á tvingsilssølu.

§ 13. Við avhending av fastari ogn ella avhending av rakstrargøgnum sambært § 12, stk. 6 í lógini í einum javningartíðarskeiði, kann ein keypari, sum í minsta lagi hevur sama frádráttarrætt fyri íløgugøgn, sum seljarin hevði, tá ið keypt varð, yvirtaka alla javningarskylduna fyri restina av javningartíðarskeiðnum. Er frádráttarrætturin hjá keyparanum minni enn hjá seljaranum, kann keyparin yvirtaka tann partin av javningarskylduni hjá seljaranum, ið samsvarar við frádráttarrættin, sum keyparin hevur fyri íløgugagnið. Restin av javningarskylduni skal tá eftirjavnast av seljaranum.
Stk. 2. Heil ella partvís avhending av javningarskylduni hjá seljara er treytað av, at keyparin váttar at yvirtaka javningarskylduna fyri avgjaldið fyri restina av javningartíðarskeiðnum.
Stk. 3. Við avhending av fastari ogn ella avhending av rakstrargøgnum sambært § 12, stk. 6 í 1ógini í øðrum førum enn teimum í § 12 og stk. 1 nevndu, skal javning fara fram.

§ 14. Javning í teimum einstøku roknskaparárunum verður gjørd fyri rakstrargøgn við 1/5, fyri fasta ogn og uppí- og umbygging v.m. á fasta ogn, tó 1/10, av tí avgjaldsupphædd, sum er goldin í sambandi við keyp av viðkomandi rakstrargøgnum. Virki, ið skulu gjalda avgjald av prosjektering og bygging sambært reglunum í kunngerð um meirvirðisgjald av bygging v.m. til sølu, útleigu ella egna nýtslu, skulu rokna avgjald av egnum arbeiði hjá virkinum við í javningargrundarlagið.
Stk. 2. Javning verður gjørd grundað á tær broytingar í frádráttarrættinum, sum fara fram í hvørjum einstøkum roknskaparári í mun til frádráttarrættin í tí roknskaparárinum, tá ið viðkomandi íløgugøgn vórðu keypt. Við javning av teimum í § 11, stk. 3, nr. 1, og § 13, stk. 3 nevndu dømum, skal javning fara fram fyri restina av javningartíðarskeiðnum.
Stk. 3. Virki, ið sambært § 13 hava yvirtikið eina javningarskyldu, skulu - um so er, at frádráttarrætturin verður minni, ella fellur burtur í tí, sum eftir er av javningartíðarskeiðnum - fremja javning. Samsvarandi kann javning fara fram, tá ið frádráttarrætturin verður størri. Javningin verður gjørd grundað á ta avgjaldsupphædd, sum virkið sambært § 13, stk. 1 hevur yvirtikið javningarskylduna fyri.
Stk. 4. Javning skal ikki gerast, um so er, at broytingin í frádráttarprosentinum er minni enn 10 í mun til frádráttarprosentið, tá ið keypt varð.

§ 15. Toll- og Skattstova Føroya kann veita loyvi til, at trygd verður sett fyri javningarskyldu, ið liggur á fastari ogn. Hetta er tó treytað av, at trygdin verður verandi óbroytt í javningartíðarskeiðnum, og at javningarupphæddin fyri restina av tíðarskeiðnum fellur til gjaldingar, um fasta ognin av nýggjum verður avhendað, javnber tó § 12, nr. 3.

§ 16. Bókhald v.m. í sambandi við keyp, sølu og javning skal fara fram sambært reglum í kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap sambært lóg um meirvirðisgjald.
Stk. 2. Javningarupphæddin skal takast við í uppgerðina av inngangandi avgjaldi hjá virkinum fyri tað avgjaldstíðarskeiðið, tá ið vavið á javningini kann staðfestast, t.d. tá ið íløgugøgn fer yvir til aðra nýtslu, ella tá ið roknskaparárið endar.

§ 17. Tann, ið tilætlað ella av grovum ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar til nýtslu við avgjaldseftirlit í sambandi við broyting av nýtslu av íløgugøgnum, verður revsaður við sekt, uttan so, at hann er skyldugur til strangari revsing sambært § 33, stk. 3 í lóg um meirvirðisgjald. Reglurnar í § 33, stk. 4 og § 34 í lógini eru galdandi.

Ígildissetan

§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 21 frá 27. januar 1993 um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum.

Fíggjarmálastýrið, 20. mars 2000

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)