Skriva út

Kunngerð nr. 35 frá 1. juni 2004

um avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi

Við heimild í § 33, nr. 17 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum (skattalógin), verður ásett:

§ 1. Sambært § 33, nr. 17 í skattalógini verður ein frádráttur uppá 15% veittur, tá inntøkan verður gjørd upp eftir § 25a, stk. 3-7.

§ 2. Fyri tær inntøkur, sum eru nevndar í § 1 i hesi kunngerð, verður lækkingin avmarkað til 15% av í mesta lagi kr. 500.000 um árið, ella til í mesta lagi kr. 75.000 um árið.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr 117 frá 14. desember 2000 um avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi úr gildi.

Fíggjarmálaráðið, 1. juni 2004

Bárður Nielsen, (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge, (sign.)