Skriva út

Kunngerð nr. 35 frá 5. mai 2014

um frítøku fyri meirvirðisgjald av vørum, ið verða útfluttar sum ferðagóðs

Við heimild í § 12, stk. 2 og § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 21. februar 2000 og løgtingslóg nr. 28 frá 24. apríl 2013, verður ásett:

§ 1. Vørur, sum meirvirðisgjaldsskrásett virkir selja til persónar, ið hava bústað uttanlands, og sum hesir taka við sær uttanlands sum ferðagóðs, kunnu verða frítiknar fyri meirvirðisgjald, um vørurnar blíva tollviðgjørdar í seinasta lagi 3 mánaðir aftan á fakturadagfestingina.

§ 2. Frítøkan er treytað av, at keypt verður fyri meira enn 300,00 kr., meirvirðisgjald íroknað.
Stk. 2. Keyp, ið eru gjørd sama dag og frá sama seljara, kunnu leggjast saman, tá gjørt verður upp, um keypið er størri enn minstaupphæddin.

§ 3. Keyparin skal yvir fyri meirvirðisgjaldsskrásetta virkinum skjalprógva bústað sín uttanlands við at vísa fram pass ella annað samleikaprógv, har útlendski bústaðurin er áskrivaður.

§ 4. Meirvirðisgjaldsskrásetta virkið skal útflýggja faktura upp á vøruna við dagfesting, navni og bústaði seljarans og keyparans, nøgd og slagi av vøru, søluprísi og meirvirðisgjaldsupphædd.
Stk. 2. Meirvirðisgjaldsskrásett virki kann ístaðin fyri faktura nýta serliga fráboðan, tax-free kekk, sum skal innihalda somu upplýsingar sum fyri faktura, sbrt. stk. 1.

§ 5. Vørur skulu latast til tollviðgerð í sambandi við fráferð keyparans. Keyparin skal vísa fram vøruna, ferðaseðil ella boardingpass og faktura ella fráboðan, tax-free kekkin. TAKS áteknar síðan fakturan ella fráboðanina, tax-free kekkin, til útflutnings.
Stk. 2. Fyri at fáa meirvirðsgjaldið afturgoldið, skal keyparin senda áteknaða fakturan til seljaran ella lata tax-free umboðnum áteknaðu fráboðanina, tax-free kekkin.
Stk. 3. TAKS kann eftir umsókn loyva kunningarstovum, flutningsfeløgum o.tíl. sína vegna at avgreiða vørur til útflutnings og í tí sambandi eisini at átekna faktura ella fráboðan, tax-free kekkin. Tað er ein treyt, at tað antin snýr seg um:

  1. útflutningsavgreiðslu av ferðafólki á flogvøllinum beinleiðis í sambandi við fráferð, ella
  2. flutningsavgreiðslu av ferðafólki við ferðamannaskipi, cruiseskipi, í sambandi við fráferð.

Stk. 4. Umsókn um loyvi skal fara fram á serligum oyðiblaði frá TAKS.
Stk. 5. TAKS hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera eftirlit av útflutningsskjølum, boardingpass, fakturum og tax-free kekkum.
Stk. 6. Loyvishavarin og starvsfólk hansara, skulu verða TAKS til handa og annars geva TAKS allar tær upplýsingar, sum eftirlitið heldur vera neyðugar.
Stk. 7. TAKS kann til eina og hvørja tíð taka loyvið aftur.

§ 6. Meirvirðisgjaldsskrásetta virkið, ið hevur selt vøruna, skal leggja áteknaða fakturan ella fráboðanina, tax-free kekkin, við í roknskap virkisins sum skjalprógv fyri avgjaldsfrítøkuna. Sølan skal dragast frá avgjaldsskyldugu søluni í tí avgjaldstíðarskeiði, tá skjalprógv er latið fyri útflutningin.

§ 7. Tann, sum við vilja ella av grovum ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar at nýta til eftirlit hjá TAKS, verður revsaður við bót.
Stk. 2. Brot á § 5, stk. 3 og 6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verða revsað við bót, um lóggávan annars ikki ásetir strangari revsing.

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 130 frá 24. mai 1993 um frítøku fyri meirvirðisgjald av vørum, ið verða útfluttar sum ferðagóðs.

Útgivið: 9. mars 2014

Fíggjarmálaráðið, 5.mai 2014
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)