Skriva út

Kunngerð nr. 37 frá 7. juni 2004

um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðarmóti veiting av peningatrygd (tollkreditti)

Sum broytt við kunngerð nr. 40 frá 31.mars 2020.

Við heimild í § 13, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 verður ásett:

§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn loyva, at toll- og avgjaldsskyldugar vørur verða útflýggjaðar beinleiðis uttan tollgreiðslu, treytað av, at:

  1. tollgreiðslan verður gjørd elektroniskt,
  2. peningatrygd verður veitt fyri innflutningsavgjøldini.

Stk. 2. Trygdin, sum skal kunna rindast, skal svara til avgjøldini av móttiknum toll- og av-gjaldsskyldugum vørum ein miðal mánaða seinasta 12 mánaða tíðarskeiðið, tó í minsta lagi kr. 100.000,00.
Stk. 3. Almennir stovnar skulu ikki veita trygd sambært § 1, stk. 1, nr. 2.

§ 2.  Tollur og avgjøld av teimum vørum, ið eru móttiknar í einum mánaði, skulu vera goldin í seinasta lagi 28. í mánaðinum eftir.
Stk. 2. Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli- og avgjøldum eftir reglunum í toll-lógini.
Stk. 3. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við útpanting eftir reglunum í tolllógini.

§ 3. Avvarðandi flutningsfelag skal skjótast til ber lata vørumóttakaranum uppgerð yvir tær vørur, ið eru útflýggjaðar sambært undantaksloyvi.
Stk. 2. Vørumóttakarin skal í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at vøran er komin, tollavgreiða vøruna elektroniskt.
Stk. 3. Fakturar, konossement, loyvir og onnur skjøl sum eru neyðug fyri rættari avgjalds-avgreiðslu, umframt tollrokning skulu goymast á virkinum. Hesi skjøl verða at roknað sum roknskaparlig skjøl, jbr. kunngerðina um minstukrøv til bókhald og roknskap.
Stk. 4. Toll- og Skattstovan kann krevja, at vørurnar ikki verða pakkaðar upp ella tiknar í nýtslu, fyrr enn hon loyvir hesum.

§ 4. Brýtur vørumóttakarin reglurnar í hesi kunngerð, kann Toll- og Skattstovan taka tað givna loyvið aftur.
Stk. 2. Toll- og Skattstovan kann eftir umsókn veita loyvi av nýggjum. Vørumóttakari, sum Toll- og Skattstovan hevur tikið loyvið frá, tí hann hevur brotið reglurnar í hesi kunngerð, kann tó ikki fáa loyvið aftur, fyrr enn 6 mánaðar aftaná, at hann misti loyvið, uttan so, at serligar umstøður tala fyri at víkja frá hesi tíðarfreist.

§ 5. Loyvir, ið eru givin við heimild í § 13, stk. 2 í tolllógini, í teimum førum tá innflytarin ikki hevur gjørt avtalu við Toll- og Skattstovu Føroya um elektroniska tollavgreiðslu, eru ikki galdandi, eftir at henda kunngerð er komin í gildi.
Stk. 2. Í serligum førum, tá ið umstøðurnar almikið tala fyri tí, kann Toll- og Skattstova Føroya gera undantak frá stk. 1 og gera avtalu við innflytarar um at leingja givna loyvið.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 4. oktober 2001 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti).

Fíggjarmálaráðið, 7. juni 2004

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 40 frá 31.03.2020, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 30. september 2020. (Útgivið: 7. apríl 2020)