Skriva út

Kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958

um uppkrevjing av gjøldum v.m.

Eftir heimild í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 um innflutningsgjøld v.m. fyrisetur landsstýrið fylgjandi:

A. Um skip, áðrenn tað kemur at tollstøð
§§ 1-61) (avtiknar)

B. Um skip við tollstøð
§§ 7-141) (avtiknar)

C. Skipsskjøl, uppskiping og fyrisetingar um proviant
§§ 15-181) (avtiknar)

D. Sigling oyggjanna millum
§ 191) (avtikin)

E. skip, sum fara av landi
§ 201) (avtikin)

§ 21. Fakturi skal fylgja øllum vørum, sum innflytast skulu til Føroyar sum farmur ella postur. Hesin fakturi ella eftirskjal av honum eigur at vera latin tollregluni, sum heimild hevur at krevja, at móttakari undir trúnartreytum váttar, at viðkomandi fakturi er beinur.

§ 22. Vørur, sum koma sum farmur, verða tollaðar eftir faktura, sum fylgir við, og um grundir eru til tess, samanborið við skjøl, sum tollreglan heldur tørva undir tollingini (t.d. vørulisti, generalangivelse og farmabrøv uppá viðkomandi vørur).

§ 23. 2)3)4)  Á hvørjum faktura upp á eina sending skulu vørui vera gjølliga tilskilað:

  1. Vøruslag, nøgd og prísir verður soleiðis skrivað, at tað ikki kann verða misskilt. Tað er t.d. ikki nóg mikið, at vøran verður nevnd við kodunummari ella øðrum frámerki.
  2. Á fakturanum verður váttað:
    a. hvussu nógvir avsluttaðir fakturar hoyra til sendingina
    b. hvussu sendingin er pakkað og merkt, kollital og hvat hon vigar brutto og netto
    c. faktura skal siga frá sølutreytum, t.d. cif, fob, o.t.
  3. Avsendarin váttar, at fakturin er beinur.
  4. Gjaldstovan fær heimild til, um ikki allar tær undir 1-3 nevndu treytir eru loknar, at áseta freist fyri, at hesar verða loknar. Eru treytirnar ikki loknar og freistin úti, kann eingin tollavgreiðsla fara fram. Vørur, sum koma undir lóginnar § 1 nr. 3.05-3.09 (spirituosa og spritt, neman fult denaturerað spritt), skulu eisini hava tilskilað rúmprosent. Um tílík tilskiling vantar, og megin ikki á annan hátt er nóg skilliga próvførd, kann gjaldið verða kravt eftir hægsta tollstigi, uttan so, at innflytarin letur innihaldið kannað og síðani fyrileggur gjaldstovuni ella sýslumanni álítandi prógv um megina. Spiritus, sum apotek flyta inn sum medisintilfar, tørvar onga tilskiling á vørulistanum um megina.
    Ivamál, sum standast av vantandi upplýsingum í fakturum, koma tollregluni til góðar, og um tað bert er viðfáningur ella av øðrum orsøkum ongin grund er at endurrinda tollin, verður heldur ongin endurrinding seinni, sjálvt um tað eftirsíðani verður próvført, at vøran er komin undir hægsta tollstig. Um so er, at móttakari vil ikki hava vøru tollaða eftir fyrrnevndu reglu, má hann útvega ívantandi upplýsingar (møguligt nýggjan fullgóðan faktura) frá sendaranum, áðrenn hon verður tollað.

§ 24. Tollreglan eigur annars altíð heimild at eftirkanna vørur, sum komnar eru. Í slíkum førum má móttakari pakka upp og samanaftur, umframt at hann útvegar tey amboð, sum tørva til vigingar og mál.

§ 25.5)(avtikin)

§ 26.6)(avtikin)

§ 27.4) Tollvaldinum verður heimilað at avgreiða smásendingar uttan gjald.

§ 28.7)(avtikin)

§ 29. Føroya gjaldstova er heimilt at geva undantaksloyvi undir eftirliti til fylgjandi vørur: 
a) Neyðsynjarvørum til skip og flogfør, meðan tey eru undir Føroyum. Gjaldfríur er bert tann parturin, sum skipið hevur inni, tá tað kemur. Vørur sum sendar verða um skipaavgreiðslu her seinni til nýtslu umborð á skipi, koma undir toll.
Uttanfyri Tórshavn kann tollstova á staðnum geva undantaksloyvi fyri tollin: 
b-1) Av brúktum lutum, sum inn koma sum gávur ella arvur til ómúgvandi, treytað av, at innflytari undir trúnartreytum váttar, at lutirnir eru ætlaðir til nýtslu hjá honum sjálvum (og húsi) og ikki til sølu.
b-2) Av gávum til nýtslu hjá góðgerandi stovnum o.t., tó bert um gevarin býr uttanfyri Føroyar.
b-3) Brúðarútgerð, men eftir fylgjandi reglum:

  1. Próvførast skal, at innflytarin er útlendingur ella um so er ikki, váttan frá yvirvaldi, møguligt váttan frá 2 monnum á heimstaði hansara, at innflytarin hevur verið búsettur uttanfyri Føroyar í minsta lagi í 2 ár undan flytingini higar.
  2. Viðkomandi innflytari skal sjálvur skriva undir nakað soljóðandi váttan:
    ,,Undirskrivaði . . . . . . . . . . , sum flytur úr . . . . . . . . . til tess at búseta seg í Føroyum í . . . . . . . . . ., gevi upp til innflytingar uttan um tollin fylgjandi lutir, sum komnir eru við ms . . . . . . úr . . . . . . . . . . (merki, nr. stykkjatal, vekt og innihald).
    At hesir lutir, sum eg ynski mær uttanum tollin eftir § 3 b í tolllógini, sum er brúðargáva o.t., sum innflutt verður vegna giftarmál og eittans er ætlað til nýtslu í felags heimi okkara, tað vátti eg við hond míni undir trúnartreytum."
    ______________                    .......................
       (staður) ,                           (Undirskrift)
    At váttan er bein, verður váttað.
  3. Krevjast kann, at innflytari sjálvur kemur til steðis, tá ið vørurnar koma og skrivar undir fyrrnevndu váttan, og viðkomandi (tilstundandi) ektafelagi eigur altíð sjálvur at vera hjá og við undirskrift síni vátta, at beint er sagt frá. Í hesum viðfangi verður gjørt vat við, at skeiv frásøgn kemur undir regluna um smoghandil.
  4. Mat- og drykkjuvørur, óvirkað tógv og klædnavørur eins og aðrar framleiðslur, sum ætlaðar eru til víðari virkingar og eisini øll ráevni, koma ikki inn undir undantaksregluna, men skulu gevast upp til tollregluna fyri seg.
  5. Ivamál verða send landsstýrinum.

Fyrrnevnda undantak fyri tollin kann eisini játtast monnum.
c-1) Av vørum, sum koma higar til umvælingar, vask, bráðfongis nýtslu o.t. og sendar aftur, tá ið viðgerðin o.a. er liðug (eigur at vera innan ár frá innflutningsdegnum) skal innflutningsgjaldið tryggjast við depositum við komuna, sum verður endurrindað tá ið vørurnar fara útaftur, men treytað av, at próvført verður, at vørurnar eru tær somu, og at tolleftirlitið hevur onki at siga til endurrindingina. Nevnda próvførsla kann gevast í faktura, brævaskifti o.t.
c-2) Av vørum, sum inn koma og seinni fara útaftur eftir at hava fingið ta í petti c-1 nevndu viðgerð v.m. Í hesum føri skal váttan fylgja við útflytingini, sum gjølliga tilskilar vørurnar og hví tær verða sendar av stað aftur. Tolleftirlitið váttar so frásøgnina eftir at hava kannað eftir, síðani skal skiparin ella skipaavgreiðslan vátta at hava tikið ímóti vørunum umborð (møguligt við óskalaðum innsigli, um tað hevur verið nýtt). Hetta skjalið verður so prógv fyri, at vørurnar kunnu flytast inn aftur uttanum tollin eftir hesari lógargrein, møguligt eftir nýggjari eftirkanning til tess at meta um samsvar við útflutningsváttanina. Er tílík útflutningsváttan ikki til skjals, tá ið vørur koma innaftur, má umsókn sendast Føroya gjaldstovu um innafturflyting uttan um tollin. Við umsóknini mugu tey skjøl fylgja, sum hoyra málinum til (faktura, brævaskifti o.t.)
d) Av vørum, sum spiltar eru ella forfarast, innan tollur er goldin. Skiparin á viðkomandi skipi ella viðkomandi skipaavgreiðslu skal geva sína váttan, nær og hvussu vørurnar eru farnar fyri onki.
e) Av vørum, sum fyrst eru fluttar út úr Føroyum og síðani flytast innaftur higar. Til tess kravst orsøkin til aftursendingina. Próvførsla kann gevast í brævaskifti o.t.
f) Av innlendis ella útlendis tollgreiddum vørum, sum farið hava um fremmant stað, á veg frá einum til annað stað innan tollumdømi, ella sum koma aftur aftur higar eftir at vera fluttar út orsakað av ringum avsetningi o.t.
Próvførsla má til sum tilskilað undir petti e). g-1)4) Persónar, sum ikki eru skrásettir sum fastbúgvandi í Føroyum, kunna uttan at rinda toll og skrásetingargjald v.m., flyta inn persónmotorakfør, campingvognar og stuttleikabátar til egna nýtslu meðan teir eru her, tó í mesta lagi 3 mánaðar í einum 12-mánaða skeiði, treytað av, at ersónmotorakfør v.m. ikki verða nýtt av persónum, sum eru skrásettir sum fastbúgvandi í Føroyum, og at persónmotorakfør v.m. ikki verða nýtt til vinnuligan flutning móti gjaldi í Føroyum.
g-2)4) Koyring við last- og vøruvognsmotorakførum er at skilja sum vinnuligur flutningur móti gjaldi í Føroyum, tó eru undantikin motorakfør, sum sølu- og umsjónarfólk flyta inn higar til egnu bráfongisnýtslu her, jbr. pkt. g-1.
g-3)4) Tollvaldið kann loyva last- og vøruvognsmotorakførum at fremja beinleiðis vøruflutning til og úr Føroyum. Bussar við ferðafólki kunnu eisini fáa tilsvarandi loyvi. undir serligum umstøðum kann Føroya Tollstova loyva, at fremmand lastmotorakfør útinna nærri tilskilað arbeiði í avmarkað tíðarskeið í Føroyum.
g-4)4) Persónmotorakfør v.m., sum eru flutt inn higar sambært pkt. g-1, koma beinanvegin undir at rinda toll og skrásetingargjald v.m. ella skulu endurútflytast, um treytirnar í g-1, ikki eru loknar.
g-5)4) Sum persónmotorakfør verða roknað motorakfør, ið eru skrásett sum persónmotorakfør - herundir skráseting á ,,grensuplátum" - í tí landi tey koma úr.
h) Av vørum, sum fluttar verða útaftur úr Føroyum, tá ið vørurnar hava ikki verið uttanfyri vera skipaavgreiðslunar. Hesa skipan koma tó ikki vørur undir, sum flytast útaftur sum skipsvistir, tó skal vera gjaldstovuni heimilt at lata donskum og fremmandum ríkisskipum yvirhøvur tílíkar vørur uttanum tollin (herundir eisini endurrinding av fyrr goldnum tolli).

§ 30. Reglurnar í lóginnar § 4 um innflutningsgjald av samansettum vørum galda ikki innflyting av samanpakkaðum ella samanblandaðum vørum.

§ 31. Tann gjaldskylduga nøgdin av einari vøru verður mett eftir reglunum í lóginnar § 5.
Stk. 2.2)

  1. Tá ið vøra skal tollgreiðast eftir vekt, er tað nettovektin, sum farið verður eftir.
  2. Nettovektin er at skilja sum vektin av sjálvari vøruni, t.e. onki uttanum.
  3. Í ivamálum kemur tað, sum uttanum er, upp í nettovektina sum íløt o.t. í smásølu.

§ 32. Føroya gjaldstova stílar fyri endurrindingum av innflutningsgjaldi eftir eftirkanning í hvørjum einstøkum føri. Umsókn um endurrinding verður at senda Føroya gjaldstovu, og uttanfyri Tórshavn um sýslumann, sum gevur málinum ummæli, innan hon verður send gjaldstovuni.

§ 33.5) (avtikin)

§ 34. Eftir lóginnar § 9, stk. 2 verður endurgjald bert latið skipasmiðjum til nýbyggingar, umvælingar og umbyggingar av skipum og bátum eftir serstakari játtan. Umsókn verður at senda landsstýrinum um Føroya gjaldstovu.

§ 35. Eisini brennivín í lógini um innflutningsgjøld eru at skilja sum vanligt danskt, svenskt, norskt, finskt og íslendskt brennivín og akvavit.

Framleiðsla
§§ 36-41
6) (avtiknar)

Almennar reglur
§ 42.
Føroya gjaldstova hevur uppkrevjingina av innflutningsgjøldum eftir galdandi lóg um innflutningsgjøld v.m. og eftirlit í hondum, uttanfyri Tórshavn viðkomandi sýslumaður eftir forskriftum frá gjaldstovuni. Av vørum, sum koma sum postur, krevur potverkið upp gjøldini (poststovan í Tórshavn, postavgreiðslurnar í Klaksvík, Vestmanna, Tvøroyri og Vági) eisini eftir forskrift frá gjaldstovuni. Poststovan í Tórshavn rindar Føroya gjaldstovu dagliga tey gjøld, sum koma inn av postsendingum. Sýslumenninir avrokna til Føroya gjaldstovu hvønn mánað tey gjøld sum koma inn til teirra (smbr. tó instruks vedrørende regnskabsføringen og regnskabsaflæggelsen ved sysselkontorerne på Færøerne).
Uppkrevjingarvaldið hevur til eina og hvørja tíð frítt at fara í goymslur, sum taka ímóti innfluttum vørum. Eisini hevur tað frítt at koma innan fyri arbeiðstíðina so oftani, sum tað heldur neyðugt, til tess at gera eftirkanningar í virkjum, sum flyta inn, flyta út ella virka vørur og at krevja sær til handa roknskaparbøkur teirra og brævaskifti v.m. Eigarar av goymslum og virkjum og starvsfólk teirra hava skyldu at geva uppkrevjingarvaldinum allar tørvandi upplýsingar og vera til handa, tá ið eftirkanning fer fram.
Uppkrevjingarvaldið og starvsfólk tess yvirhøvur hava skyldu at loyna fyri øllum óviðkomandi tað tey fáa at vita undir eftirliti og uppkrevjingini av gjøldum.

§ 43. Skipaavgreiðslur (vørugoymslur), sum skipa upp og taka ímóti farmi, sum innfluttur verður higar, hava skyldu at rætta seg eftir teim fyriskipanum um roknskaparførslu v.m., sum stjórin í Føroya gjaldstovu heldur vera tørvandi fyri eftirlitið við uppskipaðum (goymdum) tollvørum og rindingini av tollgjøldunum.

§ 44. Er tollur av rúsdrekka, sum eftir reglunum í lóg nr. 115 frá 4. apríl 1928, smbr. lóg nr. 98 frá 27. marts 1934 kann ikki seljast í Føroyum, ikki goldin í seinasta lagi 2 mánaðardagin eftir, at viðkomandi skip er komið til Føroya, ella sendingin vegna gjaldkomna skuld til kommunu eftir lóginnar § 37 er ikki latin út henda dag allarseinast, kann uppkrevjingarvaldið krevja vørurnar sendar aftur, og skipaavgreiðslan skal so geva uppkrevjingarvaldinum váttan frá avgreiðsluni, skiparanum ella 1. stýrimanni á viðkomandi skipi, at vørurnar eru sendar aftur.

§ 45. Eisini tolleftirlit og tollregla eru at skilja sum teir tænastumenn, sum hava viðkomandi avgreiðslu í hondum.
Eisini tollstova og tollstøð eru at skilja ávikavist sum stjórin í gjaldstovuni og sýslumenninir.

§ 46. Um útint brot ella brotsroyndir móti teim í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum og teim í hesi kunngerð fyrisetti reglum gevur viðkomandi vald landsstýrinum ella gjaldstovuni frásøgn og krevur beinanvegin sektir og inndrátt (konfiskatión) inn, um so er, at viðkomandi ynskir ikki málið skotið til dómstólin. Í tílíkum førum kann depositum krevjast fyri sektina v.m.
Tollregluni er heimilt at eftirhalda skipsskjøl frá skipum, sum hefta fyri tollsektir, og skjølini verða ikki latin aftur, fyrr enn tollsektir ella deposita eru rindað.

§ 47.9) (avtikin)

§ 48. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin og samstundis fer kunngerð frá 18. september 1939 úr gildi.

Notir
1) Broytt við ll. nr. 21 frá 07.03.1996
2) Broytt við ll. nr. 47 frá 11.09.1967
3) Broytt við ll. nr. 98 frá 04.11.1983
4) Broytt við ll. nr. 63 frá 04.07.1989
5) Broytt við ll. nr. 20 frá 07.03.1996
6) Broytt við ll. nr. 87 frá 01.07.1988
7) Broytt við ll. nr. 13 frá 27.02.1996
8) Broytt við ll. nr. 111 frá 13.06.1997
9) Broytt við ll. nr. 120 frá 23.10.1996