Skriva út

Kunngerð nr. 45 frá 11. mai 2010

um útgjald av burturbeiningargjaldi á motorakførum

Við heimild í § 12, stk. 4 og § 19, í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, verður ásett:

§ 1. Kunngerðin fevnir um motorakfør, sum hugtakiðer allýst í ferðslulógini, tó undantikið motorsúkklur og prutl.

Burturbeiningargjald

§ 2. Burturbeiningargjald á kr. 5.000 verður goldið Akstovuni, tá ið motorakfar verður skrásett.

Motorakfør ið verða beind burtur

§ 3. Motorakfør, ið verða beind burtur, tí tey eru sett ella roknað ónýtilig av elli, skaða ella vantandi lutum, skulu í minsta lagi hava karossarí, rammu og tann partin av skrokkinum, sum skrokknummarið er sligið í.

Móttøkustøð

§ 4. Motorakfør kunnu bert verða latin inn til góðkenda móttøkustøð at beina burtur.
Stk. 2. Umhvørvisstovan dagførir yvirlit við góðkendum móttøkustøðum.

§ 5. Tá ið eigarin av motorakfarinum letur Akstovuni nummarspjøldrini, flýggjar Akstovan eigaranum frámeldingarváttan.
Stk. 2. Tá ið motorakfar verður latið móttøkustøðini at beina burtur, skal frámeldingarváttan fyri motorakfarið samstundis verða latin móttøkustøðini.

Útgjald av burturbeiningargjaldi

§ 6. Móttøkustøðin váttar við eini burturbeiningarváttan, at samsvar er millum upplýsingarnar á frámeldingarváttanini og motorakfarið, ið ætlanin er at beina burtur, herímillum skrokknummar á motorakfarinum.
Stk. 2. Móttøkustøðin skrásetur hesar upplýsingar í burturbeiningarváttanini:

  1. dagfesting fyri burturbeining,
  2. skrásetingarnummar á motorakfarinum,
  3. skrokknummar á motorakfarinum, og
  4. upphædd at gjalda eigaranum av motorakfarinum.

§ 7. Móttøkustøðin rindar eigaranum av motorakfarinum, ið skal verða beint burtur, kr. 4.000, tá ið tað verður latið inn at beina burtur.
Stk. 2. Móttøkustøðin sendir ta í § 6, stk. 2, nevndu burturbeiningarváttanina og frámeldingarváttanina til Akstovuna, sum skrásetur í akfaraskránni, at akfarið er beint burtur og góðkennir burturbeiningarváttanina.
Stk. 3. Tá ið móttøkustøðin móttekur ta í stk. 2 góðkendu burturbeiningarváttanina frá Akstovuni, sendir hon Føroya Gjaldstovu rokning fyri burturbeiningargjaldið og leggur burturbeiningarváttanina og frámeldingarváttanina við sum fylgiskjøl.
Stk. 4. Føroya Gjaldstova rindar móttøkustøðini kr. 5.000 fyri burturbeinda motorakfarið.
Stk. 5. Motorakfør, ið vóru skrásett áðrenn 1. juni 2008, tá ið løgtingslógin um avgjøld við skráseting av motorakførum kom í gildi, fáa eisini burturbeiningargjald afturgoldið sbrt. stk. 1.

Útgjald av burturbeiningargjaldi við útflutningi av motorakførum

§ 8. Verður motorakfar strikað í akfaraskránni og flutt av landinum, kann eigarin fáa afturgoldið part av virðisgjaldinum. Burturbeiningargjald verður eisini afturgoldið, um eigarin fær part av virðisgjaldi ella skrásetingargjaldi afturgoldið.
Stk. 2. Akstovan rindar eigaranum kr. 5.000 í burturbeiningargjaldi, samstundis sum møguligur partur av virðisgjaldinum ella skrásetingargjaldinum verður afturgoldin.
Stk. 3. Akstovan skrásetur í akfaraskránni, at motorakfarið er útflutt.
Stk. 4. Verður motorakfar, sum er útflutt og hevur fingið afturgoldið burturbeiningargjald, flutt inn aftur til Føroyar, skal eigarin gjalda Akstovuni tað burturbeiningargjaldið aftur í landskassan, sum varð afturgoldið, tá ið motorakfarið varð flutt av landinum, sí stk. 1 og 2.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (útg. 14. mai 2010)

Fíggjarmálaráðið, 11. mai 2010

Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)