Skriva út

Kunngerð nr. 47 frá 12. juli 2004

um elektroniska tollavgreiðslu

Við heimild í § 10a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 verður ásett:

§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann gera avtalur við innflytarar um elektroniska tollavgreiðslu.

§ 2. Toll- og Skattstova Føroya kann bert gera avtalu við innflytarar, ið eru vinnurekandi.
Stk. 2. Í avtaluni skal verða ásett, á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram.

§ 3. Vinnuligir kontantkundar skulu gjalda toll og avgjøld elektroniskt yvir e-Tollskipanina fyri at fáa vøruna útflýggjaða.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 25. februar 2003 um elektroniska tollavgreiðslu.

Fíggjarmálaráðið, 12. juli 2004

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)