Skriva út

Kunngerð nr. 51 frá 24. apríl 1998

um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting

Broytt við kunngerð nr. 102 frá 13. juni 2022.

1) Við heimild í § 138, stk. 2 og § 157 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verður ásett:

§ 1. 1) Skattgjaldari, sum hevur kært skattseting sambært skattalógini ella lagt skattsetingina fyri dómsvaldið, kann skrivliga søkja um at fáa longt gjaldfreistina av tí álíknaða skattakravinum og møguligum morarentum av hesum kravi.

§ 2. Skattakravið eftir § 1 fevnir einans um skyldugan skatt, sum er álíknaður, tá endaliga ársuppgerðin er gjørd, og sum ikki er goldin, tá søkt verður, og sum hevur samband við hækkingina, sum kært verður um og møguligar morarentur.
Stk. 2. Gjaldfreistin kann einans longjast fyri skattakrøv, sum verða kravd inn serstakt. Írestandi skattur sambært § 78, stk. 1 í skattalógni, sum verður mótroknaður eftir § 77 í skattalógini, er sostatt ikki fevndur av skattakravinum eftir § 1.

§ 3. Skattakrøv, sum fáa longda gjaldfreist, skulu renturoknast sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni. Játtanin um gjaldfreist kann verða treytað av, at skattgjaldarin veitir peningatrygd fyri skattakravinum. Játtanin um gjaldfreist verður givin fyri í mesta lagi 4 ár, men kann verða longd við nýggjari umsókn.

§ 4. Avlopsskattur sambært § 79 og útgjøld sambært § 75 í skattalógini og afturgjald av mvg kunnu verða mótroknað í skattakravinum, sum hevur fingið longt gjaldfreistina, um so er, at fyrivarni er tikið um hetta, tá longda gjaldfreistin varð játtað.

§ 5. 1) TAKS tekur støðu til umsóknir um at fáa longt gjaldfreistina av skattakrøvum sambært hesi kunngerð. Avgerðir hjá TAKS kunnu kærast til  landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 27. apríl 1998)

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 102 frá 13. juni 2022, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. ( Útgivið: 17. juni 2022)