Skriva út

Kunngerð nr. 51 frá 19. apríl 2023

um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur o.tíl. uttanfyri avgreiðslutíð

Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 21. desember 2001 og løgtingslóg nr. 49 frá 4. mai 2021, verður ásett:

§ 1. Fyri avgreiðslur av skipum og flogførum:
1) mánadag til fríggjadag millum kl 16.00 og 08.00, og
2) leygardag, sunnudag og halgidag, uttan mun til tíðspunkt, er avgreiðslugjaldið kr. 450,00 um tíman fyri hvørt tolleftiritsfólk. Goldið verður fyri í minsta lagi 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólk.
Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerð um tolleftirlit góðkendu havnir, skulu umframt avgreiðslugjaldið eftir stk. 1, fyri hvørt tolleftirlitsfólk rinda tímapening og dagpening og koyripening eftir avtaluni millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið.
Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.

§ 2. Fyri aðrar avgreiðslur:
1) mánadag til fríggjadag millum kl. 16.00 og 08.00, og
2) leygardag, sunnudag og halgidag,uttan mun til tíðspunkt, skal fyri hvønn innflytara og útflytara ella annan avgjaldsskyldugan, rindast avgreiðslugjald upp á kr. 450,00 um tíman.
Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn innflytara ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.

§ 3. Tollvakt við skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Goldið verður fyri í minsta lagi fyri 2 tímar fyri hvørt eftirlitsfólk.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 14 frá 3. mars 2010 um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð.

(Útgivið: 20. apríl 2023)

Fíggjarmálaráðið, 19. apríl 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)