Skriva út

Kunngerð nr. 52 frá 19. apríl 2023

um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan

Við heimild í § 3, nr. 18 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2021, verður ásett:

Treytir
§ 1. Persónur, ið er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av arbeiðssáttmála við arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, kann verða undantikin at rinda eftirløn sambært løgtingslógini við atliti at hesi inntøku, um so er, at henda eftirlønarskipan verður mett nøktandi.
Stk. 2. Treyt fyri undantøku er, at persónurin kann vátta, at hansara starvsviðurskifti eru soleiðis háttað, at hann ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara.
Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal vátta, at tað er partur av starvssáttmálanum, at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan.
Stk. 4. Hevur persónur við undantaki sambært hesi kunngerð aðra inntøku, er henda inntøka fevnd av eftirlønarinngjaldi sambært løgtingslógini.
Stk. 5. Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn, har í mista lagi 75% fer til leypandi útgjald.

Persónlig umsókn
§ 2. Umsókn um undantøku skal sendast til TAKS í seinasta lagi 1. mai árið eftir, at eftirlønarinngjald er latið eftirlønarveitara.
Stk. 2. Saman við umsóknini skal sendast váttan frá arbeiðsgevara sambært § 1, stk. 3 umframt avrit av eftirlønarsáttmála.
Stk. 3. Saman við sjálvuppgávuni skal latast teldutøkt avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjald fyri árið frammanundan, umframt møguligar saldoupplýsingar.

Felags umsókn
§ 3. Ístaðin fyri persónliga umsókn sambært § 2, kann ein felags umsókn verða send TAKS, har arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari søkir um at fáa fleiri persónar undantiknar.
Stk. 2. Felagsumsóknir skulu lúka treytirnar í § 2.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, men hevur virknað fyri inntøkuárið 2020 og fylgjandi ár.
Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 61 frá 5. mai 2021 um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan, úr gildi.

(Útgivið: 20. apríl 2023)


Fíggjarmálaráðið, 19. apríl 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)