Skriva út

Kunngerð nr. 53 frá 17. apríl 2002

um roknskapargrundarlag fyri virkir, sum bert eru skattskyldug eftir Kolvetnisskattalógini

Við heimild í § 14, stk. 2 og § 18 í løgtingslóg nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin) hevur landsstýrismaðurin ásett:

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri feløg og persónar, sum ikki koma undir §§ 1 og 2 í skattalógini, og sum hava inntøkur í samband við vinnuligt virksemi, ið koma undir Kolvetnisskattalógina. Inntøkur eftir kapittul 2 og 2a í Kolvetnisskattalógini verða ikki viðgjørdar eftir hesi kunngerð.

§ 2. Serligt roknskaparúrtak, ið Toll- og Skattstova Føroya letur gera, skal nýtast av teimum, ið eru umfatað av hesari kunngerð. Hin roknskaparskyldugi skal leggja roknskaparhald sítt til rættis soleiðis, at krøvini í roknskaparúrtakinum kunnu uppfyllast.
Stk. 2. Fylgjandi krøv skulu uppfyllast:

nr. 1. Allar skrásetingar skulu kunna fylgjast fram til roknskaparúrtakið. Tølini í roknskaparúrtakinum skulu kunnu loysast uppí tær skrásetingar, sum tey eru samansett av.
nr. 2. Inntøkurnar skulu kunna sundurliðast fyri hvønn sáttmála, jbr. § 7 í Kolvetnisskattafyrisitingarlógini. Tað skal vera møguligt at eftirkanna, at tílík inntøka er tikin við í roknskaparúrtakið.
nr. 3. Beinleiðis útreiðslur skulu tilskilast eftir útreiðsluslagi, jbr. roknskaparúrtakið.
nr. 4. Um óbeinleiðis útreiðslur verða býttar, skal í einum yvirliti vera víst, hvørjar útreiðslur eru við í býtinum, umframt hvørjir býtislyklar eru nýttir. Tølini, ið eru við í býtinum, skulu vera váttaði av einum óheftum grannskoðara, um tey ikki kunnu skjalprógvast á annan hátt, ið skattamyndugleikarnir halda vera nøktandi. Saman við yvirlitinum skal fylgja ein frágreiðing um nýttu býtislyklarnar, umframt ein lýsing av hvussu skuldskrivingar/góðskrivingar eru býttar út á einstøku felagseindirnar ella onnur feløg. Um talan er um skyld (associera) feløg, systurfeløg ella dótturfeløg, skal hetta upplýsast.
nr. 5. Støðisfæ, sum verður avskrivað sambært avskrivingarlógina, skal sundurliðast soleiðis, at avskrivingargrundarlagið kann eftiransast, jbr. roknskaparúrtakið.

Stk. 3. Allar búskaparligar transaktiónir millum tann roknskaparskylduga og feløg, hesin er skyldur við, skulu vísast týðuliga og soleiðis, at allar transaktiónir skulu vísast hvør sær og samlað.

§ 3. Ársroknskapur fyri samlaða virksemið hjá felagnum og ársfrágreiðing skal eftir umbøn latast skattavaldinum.

§ 4. Roknskapartilfar, sum skattavaldið heldur kann vera av týdningi fyri rættleikan av álíkningini, skal umsetast til føroykst, um biðið verður um tað.

§ 5. Bóking kann fara fram í útlendskum gjaldoyra. Um tølini í roknskaparúrtakinum eru í øðrum gjaldoyra enn bókingargjaldoyranum, skal umrokningarkursurin upplýsast. Skattskylduga inntøkan skal altíð vera í krónum.
Stk. 2. Gjaldoyrakursur og nýtti hátturin í sambandi við umrokning í árinum frá einum gjaldoyrakursi til ein annan skal upplýsast.

§ 6. Reglurnar í kunngerð nr. 22 frá 27. januar 1993 um minstukrøv til bókhald og roknskap eru galdandi við teimum broytingum, ið henda kunngerð hevur við sær.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Fíggjarmálastýrið, 17. apríl 2002

Karsten Hansen, (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge, (sign.)