Skriva út

Kunngerð nr. 53 frá 29. apríl 2020

um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

Broytt við kunngerð nr. 55 frá 1. mai 2020 og kunngerð nr. 104 frá 30. juni 2020.

Við heimild í §§ 1, 2, 4, 7 og 9 í løgtingslóg nr. 45 frá 7. apríl frá 2020 um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19 verður ásett:

Kapittul 1
Nýtsluøki
§ 1. Eftir hesi kunngerð verður veittur stuðul til vinnufyritøkur at rinda fyri fastar útreiðslur, um fyritøkan orsakað av COVID-19 hevur eina væntaða afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40%.
Stk. 2. Stuðulstíðarskeiðið er frá og við 1. apríl 2020 til og við 30. juni 2020, sbr. § 2, nr. 6.
Stk. 3. Fylgjandi feløg, grunnar o.a. eru ikki fevnd av hesi kunngerð:
1) Stovnar innan fyri almennu fyrisitingina hjá landinum ella kommununum.
2) Vinnufeløg, grunnar o.a. hjá landi og kommunum, har landið ella kommuna eiga meirilutan ella velja meirilutan av nevndarlimunum.
3) Feløg, grunnar o.a. við almannagagnligum ella góðgerandi endamáli.
4) Fyritøkur, sum reka vinnu innan fyri fiskiskap, aling og fiskavirking, undir hesum laksavirkir.
TAKS ger vegleiðing um, hvørjar vinnur koma undir 1. pkt.

Kapittul 2
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Fyritøka:

a) Ein likamligur persónur, sum fyri egna rokning rekur vinnuligt virksemi, t.e. sjálvstøðugt vinnurekandi, ella
b) ein løgfrøðiligur persónur, undir hesum parta- og smápartafelag, íognarfelag, kommandittfelag, lutafelag, og aðrar fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd ella deild undir útlendskum løgfrøðiligum persóni, sum rekur vinnuligt virksemi í Føroyum.

2) Vinnuligt virksemi: Søla av vørum ella immateriellum rættindum, tænastuveitingum o.l., sum fyritøkan vanliga móttekur viðurlag fyri ella søla ella útleigan av fastogn, og har fyritøkan hevur sum endamál at fremja fíggjarligu áhugamálini hjá eigaranum av fyritøkuni, eigarunum av ella luttakarunum í felagnum ella fíggjarligu áhugamálini hjá grunninum.
3) Sjálvstøðug rakstrareind: Geografiska adressan, har virksemið hjá fyritøkuni er staðsett. Ein fyritøka kann ikki hava fleiri sjálvstøðugar rakstrareindir á somu geografisku adressu. Ein fyritøka kann tó hava fleiri sjálvstøðugar rakstrareindir, um sjálvstøðugu rakstrareindirnar verða riknar frá ymiskum hølum, har tað fyri hvørt høli sær er gjørd leiguavtala millum partar, sum ikki eru nærstandandi, sbr. § 2 í konkurslógini, sum lógin er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan, og leiguavtalan er gjørd innan 4. apríl 2020. Hetta er eisini galdandi fyri høli í húsum, sum eru løgd sundur til eigaraíbúðir eftir løgtingslóg um eigaraíbúðir.
4) Fastar útreiðslur: Skjalfestar útreiðslur viðvíkjandi virkseminum hjá fyritøkuni ella sjálvstøðugu rakstrareindini, knýttar at virksemi í Føroyum, sum eru óheftar av søluni og framleiðsluni hjá fyritøkuni, og sum fyritøkan skal rinda, hóast fyritøkan ikki hevur sølu ella framleiðslu eitt tíðarskeið, undir hesum húsaleiga, el, leasing, tryggingargjøld, fjarskiftisgjøld og hiti umframt rentuútreiðslur o.a. Avskrivingar og avdráttir eru ikki fastar útreiðslur eftir hesi kunngerð. Fyritøkan skal gera føstu útreiðslurnar upp eftir somu meginreglum, sum í seinast góðkenda roknskapinum. Hevur fyritøkan ikki ein roknskap, sum fyrr er góðkendur, skal fyritøkan gera føstu útreiðslurnar upp samsvarandi við ta lóggávu, sum er galdandi fyri fyritøkuna. Hækkingar í føstum útreiðslum kunnu, um tær eru ella verða settar í verk eftir 1. apríl 2020, takast við í umsóknina, um tær verða framdar sambært fastlagdari skipan í upprunaavtaluni. TAKS ger vegleiðing um, hvørjar útreiðslur eru fastar útreiðslur eftir hesi kunngerð.
5) Umsetningur: Søluvirðið av framleiðslu og tænastuveitingum o.ø., frádrigið avsláttur, meirvirðisgjald og annan skatt. Fyritøkan skal gera umsetningin upp eftir somu meginreglum, sum í seinasta roknskapinum. Hevur fyritøkan ikki ein roknskap, skal fyritøkan gera umsetningin upp samsvarandi við ta lóggávu, sum er galdandi fyri fyritøkuna.
6) 1) Tilvísingartíðarskeið: Tað samanberingartíðarskeiðið, afturgongdin í umsetninginum verður gjørd upp í mun til, sbr. tó § 10, stk. 2. Tilvísingartíðarskeiðið er:

a) Frá og við 1. apríl 2019 til og við 30. juni 2019, sbr. tó litra b.
b) Fyri fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki hava ein umsetning í tíðarskeiðinum, nevnt í litra a, er tíðarskeiðið frá og við 1. desember 2019 til og við 29. februar 2020.

7) Stuðulstíðarskeiðið: Tíðarskeiðið, sum tað verður veittur stuðul fyri føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni. Fyritøkan skal søkja um stuðul fyri alt tíðarskeiðið frá og við 1. apríl 2020 til og við 30. juni 2020.
8) Gjaldførislutfall: Ogn í umferð býtt við stuttfreistaðari skuld.
9) Solvensprosent: Eginogn frároknað minnilutaáhugamál býtt við ognir tilsamans falda 100.
10) EBITDA: Úrslit áðrenn rentu, skatt, avskrivingar og niðurskrivingar.
11) EBITDA faktor: Skuld býtt við EBITDA.
12) Ogn í umferð, stuttfreistað skuld, langfreistað skuld. Sum lýst í §§ 25 og 26 í ársroknskaparlógini.

Kapittul 3
Stuðulsheimilaðar útreiðslur
§ 3. Stuðul verður veittur fyri kostnaðin av føstum útreiðslum í hjá fyriøkuni í stuðulstíðarskeiðinum uttan mun til, nær fyritøkan rindar útreiðslurnar.
Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri fastar útreiðslur, sbr. § 2, nr. 4, við fylgjandi prosentstigi:
1) 75%, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 60-100%.
2) 50%, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 40-60%.
Stk. 3. Stuðulin kann eftir reglunum í hesi kunngerð í mesta lagi vera 80.000 kr. um mánaðin fyri hvørja fyritøku, sbr. tó § 5.
Stk. 4. Stuðulin fyri fastar útreiðslur kann ikki verða størri enn áljóðandi, nominella, afturgongdin í umsetinginum hjá fyritøkuni frá tilvísingartíðarskeiðinum til stuðulstíðarskeiðið, sbr. tó § 10, stk. 2.

Sjálvstøðugar rakstareindir
§ 4. Hevur fyritøkan meira enn eina sjálvstøðuga rakstrareind, sbr. § 2, nr. 3, og hevur afturgongdin hjá fyritøkuni verið í minsta lagi 40%, verður hvør
rakstrareindin gjørd upp fyri seg sambært § 3.

§ 5. Stuðulin kann í mesta lagi vera 120.000 kr. fyri stuðulstíðarskeiðið, um fyritøka er fíggjarliga før fyri at rinda føstu útreiðslurnar í stuðulstíðarskeiðinum. Fyritøkur eru fíggjarliga førar fyri at rinda føstu útreiðslur í stuðulstíðarskeiðinum, um fyritøkan sambært seinasta ársroknskapi lýkur hesi krøv:
1) Eitt gjaldførislutfall uppá í minsta lagi 1,2, og
2) eitt solvensprosent tilsamans upp á í minsta lagi 30%, og
3) 1) EBITDA faktor upp á í mesta lagi

a) 4 fyri stuttfreistaða skuld og
b) 8 fyri langfreistaða skuld, og

4) positivt úrslit eftir skatt í ársroknskapinum seinastu tvey árini.
Stk. 2. Fyritøka, sum kemur undir stk. 1, verður avmarkað nominelt við 120.000 kr. fyri alt stuðulstíðarskeiðið, og allar rakstrareindirnar hjá fyritøkuni kunnu tilsamans fáa upp í 120.000 kr. alt stuðulstíðarskeiðið.

§ 6. Stuðul verður ikki veittur í tann mun, afturgongdin í umsetninginum má haldast at vera orsakað av at fyritøkan av órøttum hevur latið vera við at telja umsetningin við í stuðulstíðarskeiðið.

§ 7. Stuðul verður ikki veittur í tann mun, útreiðslur verða rindaðar fyritøkuni á annan hátt, undir hesum rindan frá trygging ella rindan frá øðrum almennum skipanum.


Kapittul 4
Fylgitreytir fyri stuðulinum
§ 8. Fyritøkan skal vátta:
1) At í ársroknskaparárunum 2020, 2021 og 2022 verður ikki rindað út vinningsbýti, ella útlutað til kapitaleigarar í sambandi við lækking av
felagskapitalinum, og at egin partabrøv ikki verða keypt aftur í nevndu roknskaparárum,
2) at í roknskaparárinum 2020 skal samsýning o.a. til stjóra í fyritøkuni ikki vera meira enn 600.000 kr. íroknað inntøka frá ALS og dagpeningaskipanini,
3) at fyritøkan rindar stuðulin aftur í tann mun, fyritøkan hevur havt skattligt yvirskot í roknskaparárinum 2020.
Stk. 2. Sjálvstøðugt vinnurekandi skulu vátta, at stuðulin verður rindaður aftur í tann mun, at skattliga yvirskotið í roknskaparárinum 2020 og egin løn frá fyritøkuni verður meira enn 600.000 kr. íroknað inntøka frá ALS og dagpeningaskipanini.
Stk. 3. Skattskylduga inntøkan skal gerast upp uttan mun til, um fyritøkan hevur skattahall at føra fram frá undanfarnum árum.
Stk. 4. Upphæddin, sum kann krevjast aftur eftir stk. 1, nr. 3 og stk. 2, kann ikki vera størri enn yvirskotið.
Stk. 5. Fyritøkurnar kunnu sleppa undan treytunum í stk. 1 og 2, um tær rinda allan stuðulin aftur.

Umsókn
§ 9. 2) Umsókn um stuðul skal latast TAKS í seinasta lagi 30. juni 2020, sbr. tó § 13 a.
Stk. 2. Fyritøkur, ið hava v-tal, skulu lata umsóknina umvegis Vinnugluggan hjá TAKS. Fyritøkur, ið ikki hava v-tal, skulu lata umsóknina inn á serligum oyðublað, sum liggur á heimasíðuni hjá TAKS www.taks.fo.
Stk. 3. Umsóknin umfatar alt stuðulstíðarskeiðið. Fyritøkan kann bert fáa rindað út stuðul einaferð.

§ 10. Við umsóknini um stuðul skulu fylgjandi upplýsingar leggjast við:
1) Væntaði umsetningurin hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, nr. 7.
2) Veruligi umsetningurin hjá fyritøkuni í tilvísingartíðarskeiðinum, sbr. § 2, nr. 6, litra a og b.
3) Veruligu føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni fyri tíðarskeiðið frá og við 1. januar 2020 til og við 31. mars 2020, umframt væntaðu føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, nr. 7.
Stk. 2. Fyritøkur og sjálvstøðugar rakstrareindir, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum hava minni enn 20.000 kr. í umsetningi í einum tilvísingartíðarskeiði, sum nevnt í § 2, nr. 6, litra a og b, skulu lata inn eina fíggjarætlan við ætlaða umsetninginum umframt væntaða umsetninginum í stuðulstíðarskeiðinum.
Stk. 3. Fyritøkan skal grundgeva fyri, hví væntaða afturgongdin í umsetninginum er orsakað av COVID-19.
Stk. 4. Fyritøkan skal upplýsa stovningardag, ella, um fyritøkan ikki hevur ein ávísan stovningardag, eina dagfesting fyri byrjan av virkseminum.
Stk. 5. Fyritøkan skal undir revsiábyrgd, sbr. § 13, vátta við trú og heiður, at tær upplýsingar, sum fyritøkan hevur latið eftir stk. 1-4, eru rættar. Váttanin kann vera gjørd umvegis Vinnugluggan ella heimasíðuna hjá TAKS.
Stk. 6. Hevur fyritøkan meira enn eina sjálvstøðuga rakstrareind, sbr. § 2, nr. 3, skulu upplýsingar, sambært stk. 1-4, verða latnar fyri hvørja rakstrareind sær.

Rindan av stuðuli
§ 11. Stuðulin verður rindaður beinleiðis til fyritøkuna, tá TAKS hevur góðkent umsóknina, sum fyritøkan hevur latið inn, sbr. §§ 9 og 10.
Stk. 2. Stuðulin kann verða rindaður út áðrennrindanina av teimum føstu útreiðslunum, sum tað verður veittur stuðul fyri.


Kapittul 5
Eftirlit, javning og afturrindan av stuðli
§ 12. Fyritøkan skal í seinasta lagi 11. september 2020 lata inn til TAKS uppgerð yvir veruliga umsetningin umframt veruligu føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum.
Stk. 2. Er stuðulsupphæddin fyri fyritøkuna omanfyri 120.000 kr., skal uppgerðin áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu. TAKS kann eisini í hvørjum føri sær, hóast 1. pkt., krevja, at uppgerðin skal áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu.
Stk. 3. Fyritøkur, ið hava v-tal, skulu lata inn uppgerð umvegis Vinnugluggan hjá TAKS. Fyritøkur, ið ikki hava v-tal, skulu lata uppgerðina inn á serligum oyðublaði, sum liggur á heimasíðuni hjá TAKS www.taks.fo.
Stk. 4. Fyritøka skal, tá tað verður kravt, lata ískoytisupplýsingar og skjalprógv til nýtslu í avgerðini um javning eftir stk. 5.
Stk. 5. Um veruliga afturgongdin í umsetninginum ella veruligu útreiðslurnar í stuðulstíðarskeiðinum hjá fyritøkuni víkja frá tí í sum er upplýst í umsóknini, tekur TAKS, grundað á uppgerð og skjalprógv, sum fyritøkan hevur latið inn, avgerð um javning av stuðlinum, sum er rindaður út. Javnað verður uppeftir ella niðureftir, sbr. § 3, treytað av, at upplýsingarnar frá fyritøkuni, sbr. § 10, hava havt við sær, at tað er rindað ov lítið ella ov nógv í stuðli.
Stk. 6. TAKS kann krevja, at stuðulin, sum er rindaður út, verður rindaður aftur heilt ella lutvíst, um uppgerð ikki verður latin inn innan fyri ta í stk. 1 ásettu freist, ella um upplýsingar ikki eru latnar inn innan fyri ta freist, sum TAKS hevur ásett sambært stk. 4, umframt um uppgerð og skjalprógv annars ikki verða mett at vera nøktandi.
Stk. 7. TAKS kann krevja, at stuðulin, sum er rindaður út, verður rindaður aftur heilt ella lutvíst, um treytirnar í løgtingslóg nr. 45 frá 7. apríl 2020 um stuðulsskipan og í hesi kunngerð ikki eru hildnar.
Stk. 8. Hevur fyritøkan meira enn eina sjálvstøðuga rakstrareind, sbr. § 2, nr. 3, skal gerast upp sambært stk. 1 fyri hvørja rakstrareind sær, sbr. § 4. Stk. 4 verður nýtt samsvarandi. Javnað verður eftir stk. 5 fyri hvørja rakstrareind sær.

§ 13. TAKS kann frá fyritøkuni, leiðsluni og frá grannskoðaranum, sum sambært § 12, stk. 2, hevur gjørt eina váttan, krevja at fáa tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at skjalprógva, at krøvini í hesi kunngerð eru hildin. TAKS kann harumframt krevja, at tær upplýsingar, sum eru latnar inn sambært § 12, verða skjalprógvaðar við hjálp frá góðkendum grannskoðara.

§ 13 a. 2) Fyritøkur, sum ikki hava latið inn umsókn áðrenn 30. juni 2020, kunnu lata inn umsókn eftir reglunum í hesi áseting. Umsóknarfreistin er 31. oktober 2020. Verður umsókn latin inn eftir 30. juni 2020, verður § 12 ikki nýtt.
Stk. 2. Í umsóknini um stuðul skulu latast m.a. hesar upplýsingar:
1) Umsetningurin og føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum.
2) Umsetningurin hjá fyritøkuni í tilvísingartíðarskeiðinum.
Stk. 3. Fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum hava minni enn 20.000 kr. í umsetningi í einum tilvísingartíðarskeiði, sum nevnt í § 2, stk. 1, litra a ella b, skulu lata inn eina fíggjarætlan við ætlaða umsetninginum umframt veruliga umsetninginum í stuðulstíðarskeiðinum.
Stk. 4. Fyritøkan skal grundgeva fyri, hví væntaða afturgongdin í umsetninginum er orsakað av COVID-19.
Stk. 5. Fyritøkan skal upplýsa stovningardag, ella, um fyritøkan ikki hevur ein ávísan stovningardag, eina dagfesting fyri byrjan av virkseminum.
Stk. 6. Er stuðulsupphæddin fyri fyritøkuna omanfyri 120.000 kr., skal uppgerðin áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu. TAKS kann eisini í hvørjum føri sær, hóast 1. pkt., krevja, at uppgerðin skal áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu.
Stk. 7. Fyritøkan skal undir revsiábyrgd, sbr. § 15, vátta við trú og heiður, at tær upplýsingar, sum fyritøkan hevur latið eftir stk. 1-4, eru rættar. Váttanin kann verða gjørd umvegis Vinnugluggan ella heimasíðuna hjá TAKS.

Kapittul 6
Kæra, revsing og gildiskoma
Kæra
§ 14. Avgerðir, sum TAKS hevur tikið sambært hesi kunngerð, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Revsing
§ 15. Uttan so at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Tað kann verða álagt løgfrøðiligum persónum revsiábyrgd eftir kapitli 5 í revislógini.

Gildiskoma
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 29. apríl 2020)

Notur

1) Broytt við kunngerð nr. 55 frá 1. mai 2020, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi sama dag, sum hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við 30. apríl 2020. 
2) Broytt við kunngerð nr. 104 frá 30. juni 2020, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 30. juni 2020)


Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 29. apríl 2020 
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)