Skriva út

Kunngerð nr. 54 frá 30. apríl 2020

um broyting í kunngerð um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug

(COVID-19 longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

§ 1
Í kunngerð nr. 89 frá frá 14. september 2006 um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug, verður § 1 orðað soleiðis:
“§ 1. Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er 15. mai. Sama freist er galdandi fyri løntakarar uttanlands.”

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi sama dag, sum hon verður kunngjørd.(Útgivið: 30. apríl 2020)

Samanskrivað kunngerð nr. 89 frá 14. september 2006

Fíggjarmálaráðið, 30. apríl 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)