Skriva út

Kunngerð nr. 55 frá 1. mai 2020

um broyting í kunngerð um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19
(Rætting av tilvísing og rætting viðvíkjandi markinum fyri EBITDA faktor)

§ 1
Í kunngerð nr. 53 frá 29. apríl 2020 um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, nr. 6, verður “sbr. tó § 8, stk. 2” broytt til: “sbr. tó § 10, stk. 2”.
2. Í § 5, stk. 1, nr. 3 verður “í minsta lagi” broytt til: “í mesta lagi”.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi sama dag, sum hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við 30. apríl 2020.(Útgivið: 1. mai 2020)

Samanskrivið kunngerð nr. 53 frá 29. apríl 2020

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 1. mai 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)