Skriva út

Kunngerð nr 57 frá 7.juni 1999

um serskatting av hjúnum

Við heimild í § 4, stk. 3 og § 116, stk. 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 verður ásett:

Vinnuvirki rikið í felag

§ 1. Til uppbýtið av skattskyldugu inntøkunum krevst, at sáttmáli er gjørdur millum hjúnafelagarnar við neyvari útgreining av býti og ábyrgd. Galdandi lóggáva um skráseting og útvegan av loyvisbrævi skal verða lokin.
2. stk. Sáttmálin skal góðkennast av Toll- og Skattstovu Føroya, áðrenn hann fær gildi fyri býti av inntøkuni millum hjúnafelagarnar. Sáttmálin skal galda frá álmanakkaárs byrjan ella frá tí degi felags vinnuvirkið verður byrjað og kann ikki broytast í álmanakkaárinum. Broytingar í sáttmálanum skulu góðkennast av Toll- og Skattstovu Føroya, og kunnu bert fáa gildi frá einum 1. januar.
3. stk. Treytin fyri býti av skattskyldugu inntøkuni í samband við at hjún reka vinnuvirkið í felag er somuleiðis, at veruligur felags rakstur er til staðar og at báðir hjúnafelagarnir luttaka í rakstrinum av virkinum.
4. stk. Verða reglurnar í stk. 1 - 3 ikki loknar, kann uppbýtið av inntøkuni av sjálvstøðugum vinnuvirki hjá hjúnum ikki góðkennast í uppgerðini av skattskyldugu inntøkunum, og verður tann av hjúnafeløgunum, sum ber høvuðsábyrgdina av rakstrinum, settur í skatt av samlaðu inntøkuni í virkinum.
5. stk. Festibøndur kunnu ikki nýta reglurnar í hesi grein.

Vinnuvirki rikið av øðrum hjúnafelaganum

§ 2. Sjálvstøðugt vinnuvirki verður roknað at verða rikið av øðrum hjúnafelaganum, um hesin stendur fyri meginpartinum av rakstrinum ella við støði í síni útbúgving ella fakliga førleika hevur ábyrgd av virkseminum.
2. stk. Um hjúnafelagin rekur virksemi saman við øðrum, skulu reglurnar í galdandi lóggávu um skráseting og útvegan av loyvisbrævi verða loknar.

§ 3. Løn til hjúnafelaga skal ásetast í skrivligum sáttmála millum partarnar, har eisini setanartreytir og arbeiðstíð verður nærri tilskilað. Sáttmálin skal galda frá ársbyrjan ella tí degi hjúnafelagin byrjar at arbeiða og kann ikki broytast í álmanakkaárinum. Sáttmálin skal góðkennast av Toll- og Skattstovu Føroya, áðrenn farið verður at arbeiða fyri lønina.
2. stk. Lønin kann ikki verða hægri enn tað, sum svarar til galdandi kollektiva sáttmála á arbeiðssmarknaðinum. Tá serligar umstøður eru, kann lønin tó verða upp til 15% hægri, enn galdandi er fyri sáttmálaøkið.
3. stk. Har eingin sáttmáli finnst á arbeiðsmarknaðinum fyri avvarandi arbeiði, kann skattavaldið áseta lønina svarandi til veruliga virðið av arbeiðsavrikinum. Lønin kann tó í mesta lagi verða kr. 150.000 um árið fyri eitt ársverk.
4. stk. Tá metast skal um virðið av arbeiðinum, verður støðið tikið í útbúgving, fakligum fortreytum og royndum hjá avvarandi persóni umframt ta samsýning, sum viðkomandi kundi fingið fyri samsvarandi arbeiði aðrastaðni, smb. stk. 3.
5. stk. Um festibóndi, tað er hann sum er festari sambært festibrævið, ynskir at rinda løn til hjúnafelaga, sum arbeiðir á festinum, skulu reglurnar í hesi grein nýtast.

§ 4. Frádráttur fyri løn til hjúnafelaga verður loyvdur frá tí degi, treytirnar í § 3 eru loknar, og starvssáttmáli er undirskrivaður av pørtunum og góðkendur av skattavaldinum.
2. stk. Lønin til hjúnafelaga er A-inntøka, og skal ávísast um afturhaldsskipanina.

Inntøka av ogn

§ 5. Inntøka av ogn, sum ikki verður mett sum sjálvstøðugt vinnuvirki, herundir leiga, rentur, vinningsbýti v.m. verður tikin við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni hjá tí hjúnafelaga, sum er eigari sambært galdandi lóggávu.
2. stk. Eiga hjúnafelagar slíka ogn í felag er útgangsstøðið javnbýti av skattskyldugu inntøkuni.

Ognaruppgerð

§ 6. Hjúnafelagar, sum koma undir ásetingarnar í § 1 og § 5, lata inn hvør sína ognaruppgerð við árs enda og taka hvør sær ognir sínar við í ognaruppgerðini.

Gildiskoma

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 5 frá 13. januar 1999 um serskatting av hjúnum.

Fíggjarmálastýrið, 7. juni 1999

Karsten Hansen (sign.)
landstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)