Skriva út

Kunngerð nr. 58 frá 5. mai 2021

um meirvirðisgjald av byggikostnaðinum av leigubústøðum

Við heimild í § 3 b, stk. 5 og § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum broytt við
løgtingslóg nr. 86 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 19 frá 24. februar 2021, verður ásett:

§ 1. Henda kunngerð fevnir um meirvirðisgjald av byggikostnaði hjá teimum, sum byggja ella umbyggja bygningar til leigubústaðir.
Stk. 2. Tey, sum byggja ella umbyggja bygningar til leigubústaðir, skulu rinda meirvirðisgjald í landskassan av byggikostnaðinum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslógini.

§ 2. Meirvirðisgjald av byggikostnaðinum kann eftir umsókn verða afturgoldið við 100% av inngangandi meirvirðisgjaldinum.

§ 3. Fíggjarætlanin og kostnaðarætlanin av at byggja ella umbyggja bygningar til leigubústaðir skal vera góðkend av statsautoriseraðum, skrásettum ella løggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini staðfesta, hvussu stórur meirvirðisgjaldsparturin er, og at fígging er til alla byggiverkætlanina.

§ 4. Kommunan, har íløgan verður gjørd, skal vátta, at byggiverkætlanin er í samsvari við løgtingslóg um at byggja bygningar o.a., og reglur ásettar við heimild í løgtingslógini, og upplýsa hvussu nógvir leigubústaðir eru atkomiligir og kunnu nýtast av fólki í koyristóli.

§ 5. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. Fyri at kunna góðkenna umsóknina skal TAKS, saman við umsóknini, hava góðkenning frá grannskoðara og váttan frá kommununi sbrt. §§ 3 og 4.

§ 6. TAKS fær tinglýst veðskuldarbræv, fyri rokning byggiharrans, í leigubústaðarverkætlanini svarandi til meirvirðisgjaldið sbrt. fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini.

§ 7. Tíðarfreist at lata inn uppgerðina er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslógini.

§ 8. Samlaða endurgjaldið kann ikki verða hægri enn meirvirðisgjaldið í fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini, sum er góðkend av grannskoðara, sbrt. § 3.

§ 9. Útleigari hevur skyldu at boða TAKS frá broytingum, sum føra við sær javning av avgjaldi, sbrt. § 3 b, stk. 3 í løgtingslógini, so sum at leigubústaðir ikki longur verða nýttir til leigubústað, og at leigubústaðir ikki eru bygdir í samsvari við treytirnar og reglurnar fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið.

§ 10. Tann, ið við vilja ella av grovum ósketni brýtur §§ 3, 4 og 9, verður revsaður við bót, uttan so at hann er skyldugur til strangari revsing sbrt. § 33, stk. 1 og 3 í løgtingslógini. Reglurnar í § 33, stk. 4 og § 34 í løgtingslógini eru eisini galdandi fyri brot á hesa kunngerð.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2021 og fer úr gildi 1. januar 2026.


Fíggjarmálaráðið, 5. mai 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)