Skriva út

Kunngerð nr. 60 frá 5. mai 2021

um rindan av eftirløn og eftirlønarskatti

Við heimild í § 12, stk. 10 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin) verður ásett:


§ 1. Tað áliggur arbeiðsgevara, ið flytur løn til persón, sum hevur skyldu at rinda til eftirløn, at flutt verður í samsvari við ásetingarnar í eftirlønarlógini.

Stk. 2. Saman við hvørjari lønarflyting skal verða flutt eitt eftirlønargjald, sum í minsta lagi samsvarar við tann niðanfyri standandi prosentpartin av Ainntøkuni og B-inntøkuni samanlagt:
1) Frá 1. januar 2020: 6 prosent.
2) Frá 1. januar 2021: 7 prosent.
3) Frá 1. januar 2022: 8 prosent.
4) Frá 1. januar 2023: 9 prosent.
5) Frá 1. januar 2024: 10 prosent.
6) Frá 1. januar 2025: 11 prosent.
7) Frá 1. januar 2026. 12 prosent.

Stk. 3. Løn, ið verður flutt uttan nøktandi eftirlønargjald, verður afturvíst og fer sostatt ikki gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS. Hetta er tó ikki galdandi fyri flytingar, sum eru fevndar av §§ 2 og 3.

§ 2. Niðanfyri nevndu flytingar kunnu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan tað í § 1, stk. 2 ásetta minsta inngjald:
1) Lønarflyting til persón, sum er føddur fyri 1. januar 1954.
2) Lønarflyting til persón í starvi, har hann vinnur rætt til tænastumannaeftirløn.
3) Lønarflyting til persón, ið hevur nátt fólkapensjónsaldur, sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
4) Flyting til persón, sum longu hevur rindað samanlagt 150.000 kr. í eftirlønargjaldi í árinum.
5) Lønarflyting, ið hevur við sær eftirlønargjald, sum er minni enn 30 kr., t.e. lønarflyting, har samlaða upphæddin ið flutt verður, er minni enn tann niðanfyri ásetta minstaupphædd:

a) Frá 1. januar 2020: 500 kr.
b) Frá 1. januar 2021: 429 kr.
c) Frá 1. januar 2022: 375 kr.
d) Frá 1. januar 2023: 334 kr.
e) Frá 1. januar 2024: 300 kr.
f) Frá 1. januar 2025: 273 kr.
g) Frá 1. januar 2026: 250 kr.

§ 3. Niðanfyri nevndu flytingar skulu fara gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS uttan eftirlønargjald, sbrt. eftirlønarlógini:
1) Lønarflyting til persón, sum fær fólkapensjón, sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir.
2) Lønarflyting til persón, sum ikki hevur fulla skattskyldu til Føroyar.
3) Lønarflyting til persónar í tíðaravmarkaðum starvi, har TAKS hevur játtað umsókn um frítøku, sbrt. § 1, stk. 5 í eftirlønarlógini.
4) Lønarflyting til persón, sum vegna sjúku er undantikin eftirlønargjaldi, sbrt. § 9, stk. 5 í eftirlønarlógini.
5) Allar peningaupphæddir, nevndar í § 3 í eftirlønarlógini.
6) Lønarflyting til persón, sum fær útgoldið eftirløn, sbrt. eftirlønarlógini.
Stk. 2. Verður eftirlønargjald, sbrt. eftirlønarlógini, flutt teimum í stk. 1 nevndu persónum, verður flytingin afturvíst av TAKS.

§ 4. Tá inntøkuárið verður gjørt upp, verður staðfest, um nøktandi eftirlønargjald er goldið. Manglandi eftirlønargjald skal rindast í seinasta lagi 1.
november árið eftir inntøkuárið. Verður eftirlønargjald ikki rindað rættstundis, kann TAKS fara fram eftir § 2, stk. 7 í eftirlønarlógini.
Stk. 2. Um eftirlønarsamansparari ikki kann vísa á eina eftirlønaravtalu, verður eftirlønarupphæddin set á depotkonto hjá TAKS, og farið verður fram, sbrt. § 16 a í eftirlønarlógini.

§ 5. Er skattur rindaður uttanlands av inntøku, sum eftirlønargjald er rindað av, verður eftirlønarprosentið, sbrt. § 12, stk. 2 í eftirlønarlógini, lækkað við
lutfallinum millum samlaða skattin, sum er rindaður uttanlands, og samlaðu uttanlandsinntøkuna. Lækkingin kann tó í mesta lagi samsvara við eftirlønarprosentið, sbrt. § 12, stk. 2 í eftirlønarlógini.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2021. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 164 frá 19. desember 2013 um hvussu eftirlønir og eftirlønarskattur verða rindað.


Fíggjarmálaráðið, 5. mai 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)