Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 67 frá 14. juli 1999

um skráseting av motorakførum sum hýru- ella skúlavognur

Við heimild í § 4, stk. 3 og § 25, stk. 2 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 31 frá 23. apríl 1999 verður ásett:

§ 1. Loyvi til hýruvogn verður bert givið einstaklingum, og bert tí, ið er skrásettur fyri viðkomandi akfar.
Stk. 2. Loyvi til skúlavogn verður bert givið, um skúlavognurin er ogn hjá koyriskúla og er skrásettur í navni skúlans.

§ 2. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta umsøkjara loyvi at skráseta akfar sum hýru- ella skúlavogn, um so er, at umsøkjarin áður hevur havt skrásettan hýru- ella skúlavogn og tá ikki leyk tær treytir, ið ásettar vóru í loyvinum.

§ 3. Umsókn um loyvi skal latast Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Við umsókn um loyvi til hýruvogn skulu fylgja avrit av hesum:

  1. Koyrikort, ið er áteknað til aksturvinnu.
  2. Loyvisbræv til aksturvinnu.
  3. Hýruvognsloyvi hjá umsøkjarum, sum ynskja at skráseta akfar sum hýruvognur, í kommunum, har kunngerð um eina standard hýruvognsreglugerð er galdandi.
  4. Váttan frá Bileftirlitinum um, at krøvini um innrætting v.m. av akfarinum sum hýruvognur, sum ásett í kunngerð um eina standard hýruvognsreglugerð, eru lokin, í kommunum, har nevnda kunngerð ikki er sett í gildi.
  5. Dóps- ella navnaseðil, tá søkt verður um loyvi til at útvega nýtt akfar.

Stk. 3. Við umsókn um loyvi til skúlavogn skulu fylgja avrit av hesum:

  1. Koyrikort.
  2. Góðkenning av koyriskúla frá Bileftirlitinum.
  3. Dóps- ella navnaseðil, tá søkt verður um loyvi til at útvega nýtt akfar.

§ 4. Tann, ið hevur hýruvognsloyvi, skal syrgja fyri, at nágreinilig koyribók verður førd, og skal hon til eina og hvørja tíð kunna framvísast eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Koyribókin skal vera regluliga førd fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa á dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis at:

  1. Kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina.
  2. Kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina.
  3. Koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.

Stk. 3. Innlatingarfreistir, ið Toll- og Skattaráð Føroya hevur ásett viðvíkjandi sjálvuppgávum við roknskapi, skulu verða fylgdar.

§ 5. Tann, ið hevur hýruvognsloyvi, skal vátta koyrdar kilometrar og inntøkur av koyrdu kilometrunum. Inntøkan av koyringini skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið Toll- og Skattstova Føroya ynskir lýst. Hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá Toll- og Skattstovan setur fram ynski um tað.
Stk. 2. Fyri at talan kann verða um hýruvognskoyring sum vinnu, eru hesi minstumørk ásett fyri miðalinntøku pr. koyrdan kilometur.

  1. Í Tórshavnar kommunu er minstamarkið 4,50 kr. fyri hvønn koyrdan km.
  2. Í býum/bygdum við minst 1.000 íbúgvum er minstamarkið 4,00 kr. fyri hvønn koyrdan km.
  3. Á øðrum plássum er minstamarkið 3,75 kr. fyri hvønn koyrdan km.

§ 6. Fyri at talan kann verða um skúlavognskoyring sum vinnu, skal loyvishavarin geva frálæru til í minsta lagi 25 næmingar um árið. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja tann, ið hevur skúlavognsloyvi, eftir upplýsingum, váttaðar av Bileftirlitinum, um m.a. tal á næmingum, fyri at staðfesta, um akfarið verður brúkt til tað endamál, ið treytaði frítøkuna frá at rinda skrásetingargjald. Inntøkan av hesi koyring skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið Toll- og Skattstova Føroya ynskir lýst.

§ 7. Um ásetingarnar í §§ 4, 5 og 6 ikki verða hildnar, fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar.
Stk. 2. Kravið um gjalding av skrásetingargjaldinum verður tryggjað við veðrætti í hýru- ella skúlavogninum.
Stk. 3. Tá umstøðurnar tala fyri tí, kann Toll- og Skattstova Føroya víkja frá kravinum um gjalding sambært stk. 1.

§ 8. Akfør, ið verða skrásett sum hýru- ella skúlavognur skulu vera tryggjað fyri fult virði.

§ 9. Avgerðir hjá Toll- og Skattstovu Føroya kunnu kærast til Tollkærunevndina innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 10. Brot á hesa kunngerð verður revsað við sekt.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 23 frá 27. januar 1993 um skráseting av motorakførum sum hýru- ella skúlavognur.

Fíggjarmálastýrið, 14. juli 1999

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)