Skriva út

Kunngerð nr. 67 frá 17.06.2008

um rætting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald

Av tí at løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald ikki er kunngjørd samsvarandi samtykt løgtingsins, verður kunngjørd henda rætting í løgtingslógini:

§ 1. § 2 stk. 2 í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald verður strikað

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 24. apríl 2008. (útg. 25. juni 2008)

Løgmansskrivstovan, 17. juni 2008

Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)