Skriva út

Kunngerð nr 73 frá 4. mai 2022

um upprunareglur

Við heimild í § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 og løgtingslóg nr. 49 frá 4. mai 2021, verður ásett:

§ 1. Reglurnar í appendix I og viðkomandi reglur í appendix II til Økissáttmálan um upprunareglur, Regional Convention on pan-Euro-Mediterranean preferential rules of origin, eru galdandi fyri vørur og framleiðslur sambært handilssáttmálum millum Føroyar og:
1) ES,
2) Ísland,
3) Norra,
4) Sveis, og
5) Turkaland.
Stk. 2. Appendix I og II til Økissáttmálan um upprunareglur eru lýst í skjali 1.
Stk. 3. Hóast ásetingarnar í artiklunum 16, stk. 5 og 21, stk. 3 í appendix I til økissáttmálan um upprunareglur kann ein EUR.1 vørustaðfesting ella ein fakturaváttan nýtast sum prógv fyri uppruna í førum, tá kumulering bert fevnir um EFTA lond, Føroyar, londini í ES, Turkaland, luttakarar í stabiliseringsprosessini og assosieringsprosessini, Moldova, Georgia og Ukraina.
Stk. 4. Um norsku ella turkisku tollmyndugleikarnir útgeva og góðkenna vørustaðfesting EUR.1 elektroniskt, eru ásetingarnar í stk. 1 og 2 í Annex IIIa í appendix I til økissáttmálan um upprunareglur ikki galdandi. Í staðin skal vera galdandi:
1) Í staðin fyri at nýta blekk stempul at góðkenna vørustaðfesting EUR.1, teigur 11, kunnu tollmyndugleikar ella málsráðandi almennir myndugleikar nýta merki ella elektroniskt stempul.
2) Teigar 11 og 12 kunnu innihalda eftirgjørda ella elektroniska undirskrift í staðin fyri originala undirskrift.
3) Úpplýsingarnar í teigi 11 viðvíkjandi formi og nummari á útflutningsskjali skulu bert útfyllast, um tað er kravt sambært reglunum í útflutningslandinum.
4) Vørustaðfestingin EUR.1 skal hava eitt raðtal ella kodu, sum eyðmerkir staðfestingina.
5) Vørustaðfestingin EUR.1 kann verða útgivin í einum av almennu málunum hjá sáttmálapørtunum ella á enskum.

§ 2. Tær í skjali 2 ásettu reglur um uppruna eru galdandi fyri vørur og framleiðslur sambært handilssáttmálanum millum Føroyar og Bretland.

§ 3. Í staðin fyri at nýta reglurnar í økissáttmálanum um upprunareglur kunnu innflytarar og útflytarar velja at nýta upprunareglurnar sum eru lýstar í skjali 3 fyri vørur og framleiðslur sambært
handilssáttmálanum við ES.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Fíggjarmálaráðið, 4. mai 2022
Uni Rasmussen (sign.), landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Skjal nr. 1