Skriva út

Kunngerð nr. 74 frá 04.07.2008

um loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum (tax free)

Við heimild í § 8, stk. 1 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1. Eftir umsókn kann TAKS geva loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum.
Stk. 2. Loyvi verður givið at selja til farandi og komandi ferðafólk.

§ 2. Áðrenn loyvi verður givið at seta á stovn tollfríar sølubúðir, skal loyvishavarin seta eina trygd, sum í minsta lagi skal vera kr. 100.000,- fyri tolli og avgjøldum.

§ 3. TAKS kann avgera, hvørjar vørur kunnu seljast í tollfríu sølubúðunum á flogvøllinum.

§ 4. Vørur, sum verða fluttar í tollfríar sølubúðir og tilhoyrandi hølir, skulu sum nærri tilskilað av TAKS, fráboðast til skrásetingar, sum tilgongd til sølubúð ella goymslu.
Stk. 2. Í fráboðanini skulu standa tær upplýsingar, sum TAKS sigur neyðugar, fyri at hava eftirlit við roknskaparførsluni hjá loyvishavarnum yvir tollfríari sølubúð.
Stk. 3. Vørur, sum verða tiknar úr tollfríari sølubúð, skulu fráboðast til tollgreiðslu eftir vanligum reglum í tolllógini um innflutning, ella skrásetast til útflutnings.

§ 5. Hølir, sum nýtast skulu til tollfríar sølubúðir og til goymslu av toll- og avgjaldsfríum vørum, skulu lúka tey trygdarkrøv, ið TAKS setur.

§ 6. TAKS hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera eftirlit í sølubúðum og hartil hoyrandi hølum, at eftirkanna vørur, sum eru á goymslu, roknskaparbøkur, annað roknskapartilfar og brævaskifti o.a.
Stk. 2. Loyvishavarin og starvsfólk hansara, skulu verða TAKS til handa, og geva allar upplýsingar, sum eftirlitið heldur neyðugar.
Stk. 3. Tað í stk. 1 nevnda tilfar, skal útflýggjast TAKS, um tað verður kravt.
Stk. 4. TAKS kann seta loyvishavarnum serlig krøv til roknskaparførslu o.a., sum loyvishavarin skal fylgja.

§ 7. Loyvishavarin av eini sølubúð, ábyrgdist fyri tolli og avgjøldum á vørum, sum undir eftirliti av TAKS verða staðfestar ikki at vera á goymslu ella sum ikki eru tiknar av goymslu eftir reglunum um vørufrágongd.
Stk. 2. Tollur og avgjøld á vørum, smb. stk. 1, verða ásett eftir teimum upphæddum, sum galda tann dagin eftirlitið var í tollfríu sølubúðini.
Stk. 3. Virðið á vøruni verður ásett eftir fakturavirðinum fyri vøruna, tá hon var flutt til tollfríu sølubúðina.
Stk. 4. Um einki fakturavirði er, kann virðið ásetast eftir meting av TAKS við atliti til hagtalsvirðið fyri somu vøru við sama vørunummari í toll- og vøruskránni, smb. reglurnar um virðisáseting í § 11 í tolllógini.

§ 8. TAKS kann nokta ella taka aftur loyvi til at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur hesa kunngerð ella treytirnar fyri loyvinum til at seta á stovn tollfríar sølubúðir.234
Stk. 2. TAKS kann nokta ella taka aftur loyvi til at seta á stovn tollfríar sølubúðir, um loyvishavarin missir ognar- og ella brúksrættin til sølubúð, ella kemur í gjaldssteðg.
Stk. 3. Í førum, har loyvi verður tikið aftur ella fellur burtur, skulu vørurnar, ið loyvishavarin hevur á goymslu tollavgreiðast beinanvegin, endurútflytast, ella við loyvi frá TAKS seljast øðrum, ella burturbeinast undir tolleftirliti.

§ 9. Brot á §§ 4-6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verður revsað við bót, hefti ella fongsul upp til 1 ár, um lóggávan annars ikki ásetur strangari revsing.

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (útg. 11.7.08)

Fíggjarmálaráðið, 4. juli 2008

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Leo (sign.)