Skriva út

Kunngerð nr. 87 frá 30. mai 2005

um meirvirðisgjald av tænastum, ið verða seldar til útlond

Við heimild í § 12, stk. 2 og 3 og § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 21. februar 2000 verður ásett:

§ 1. Søla av niðanfyri nevndu tænastum til skrásettar keyparar í Føroyum, ið reka virksemi ella hava bústað uttanlands, verða hildnar uttan fyri avgjaldsskylduga sølu, tá tænastan verður gjørd fyri útlendska rokning:

  1. Full ella lutfalslig avhending av upphavsrætti, patentrættindum, lisensrættindum, rætti til vørumerki, felagsmerki og mynstur og av øðrum tílíkum rættindum.
  2. Tænastur viðvíkjandi reklamu.
  3. Tænastur frá ráðgevandi virkjum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur; dátuviðger› og fráboðan av upplýsingum.
  4. Tænastur frá vikarstovum.
  5. Skylda til heilt ella lutvíst at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesum stykki nevndu rættindum.
  6. Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum.
  7. Útleiga leysafæ.
  8. Fjarskiftistænastur.
  9. Útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum.

§ 2. Avgjaldsfrítøkan sambært § 1 er ikki galdandi, um sølan umfatar at lata niðanfyri nevndu tænastur her á landi:

  1. Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, herímillum tænastur frá ognarmeklara, ognarhandlara o.l. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.
  2. Tiltøk v.m. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking v.m., um so er, at tiltøkini eru avgjaldsskyldug.
  3. Arbeiði framt á leysafæ her á landi.
  4. Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi, um so er, at virðismetingin er avgjaldsskyldug.

§ 3. Søla av slíkum tænastum, ið eru nevndar í § 1 til keyparar, ið reka virksemi ella hava bústað uttanlands, verða hildnar uttan fyri avgjaldsskyldugu søluna:

  1. um tænasturnar burturav verða nýttar uttan fyri Føroyar, ella
  2. um keyparin kann fáa afturrindað meirvirðisgjaldi eftir ásetingunum í kunngerð um afturrindan av meirvirðisgjaldi til útlendsk virki.

§ 4. Við bót verður tann revsaður, ið við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í § 2.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 50 frá 12. juli 2004 um meirvirðisgjald av ávísum tænastum, ið verða seldar til útlond ella keyptar í útlondum.

Fíggjarmálaráðið, 30. mai 2005

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)