Skriva út

Kunngerð nr. 88 frá 30. mai 1994

um upplýsingarskyldu sambært skattalógini viðvíkjandi rentum v.m.

Við heimild í § 120 b, c, e, h, og j í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett:

1. kapittul
Kontohavari, ið er búsitandi í Føroyum ella hevur verið her longri enn 3 mánaðir.

§ 1. Bankar, sparikassar, postgirostovan og onnur, sum taka móti innláni til renting sambært § 120 b, og sum eru upplýsingarskyldug eftir hesi grein, skulu í samband við skattaálíkningina á hvørjum ári uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og skattstovu Føroya upplýsingar um upphædd av latnum ella góðskrivaðum rentum til teir einstøku kontohavararnar í árinum frammanundan og upphædd av tí innistandandi við árslok í árinum frammanundan.
Stk. 2. Upplýsingar sum verða latnir eftir stk. 1 skulu innihalda hesar upplýsingar:

  1. Kontoheiti, navn á tí, sum eigur kontoina, bústað, persóntal ella arbeiðsgevaratal/virkistal,
  2. upphædd av latnum ella góðskrivaðum rentum í árinum frammanundan av konto undir punkt 1,
  3. upphædd av innistandandi á konto undir punkt 1 við árslok í árinum frammanundan.

Stk. 3. Um persónur hevur fleiri konti sambært stk. 2, skulu upplýsingar hesum viðvíkjandi verða samantengdar við persóntali ella virkistali.
Stk. 4. Upplýsingar sambært stk. 2, skulu av tí upplýsingarskylduga latast Toll- og skattstovu Føroya innan 20. januar á hvørjum ári.
Stk. 5. Tann upplýsingarskyldugi skal geva kontohavaranum boð um stødd á teimum upphæddum, sum skulu fráboðast eftir stk. 2, og skal fráboðan til kontohavaran gerast innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja.

§ 2. Bankar, sparikassar, postgirostovan, Føroya Ídnaðargrunnur, Færøernes Realkreditinstitut, Jarðargrunnurin, Menningargrunnur Ídnaðarins, P/f Húsalán, tryggingarstovur og onnur, sum sjálvi læna út pening í móti renting sambært § 120 h, og sum eru upplýsingarskyldug eftir hesi grein, skulu í samband við fyribilsálíkningina og skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og skattstovu Føroya upplýsingarnar nevndar í stk. 2.
Stk. 2. Hin upplýsingarskyldugi eftir stk. 1, skal fyri tað einstaka lánið upplýsa:

  1. navn á lántakara, bústað, persóntal ella arbeiðsgevaratal/virkistal,
  2. slag av láni ella kontoheiti,
  3. tilskrivaðar ella falnar rentur,
  4. provisiónir v.m.
  5. skuld pr. 31. desember,
  6. mettar rentur í inntøkuárinum.

Stk. 3. Um persónur hevur fleiri konti sambært stk. 2, skulu upplýsingar hesum viðvíkjandi verða samantengdar við persóntali ella virkistali.
Stk. 4. Upplýsingar sambært stk. 2, skulu av tí upplýsingarskylduga latast Toll- og skattstovu Føroya innan 20. januar á hvørjum ári. Upplýsingar sambært § 2, stk. 2, nr. 6, skulu harumframt av upplýsingarskylduga á hvørjum ári latast Toll- og skattstovu Føroya í seinasta lagi 20. juli fyri inniverandi ár.
Stk. 5. Tann upplýsingarskyldugi skal innan 1. februar í árinum aftaná álmanakkaárið, sum upplýsingarnar eftir stk. 2 viðvíkja, boða lántakaranum frá um tær til Skattstovuna fráboðaðu og innlatnu upplýsingarnar.

§ 3. Bankar, sparikassar og onnur, sum taka ímóti pantibrøvum við panti í fastari ogn í varðveitslu til at umsita sambært § 120 j, skulu í samband við skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og skattstovu Føroya upplýsingar til sannan av ávikavist lántakara og goymsluhavara umframt upplýsingar um lánið sum nevnt í stk. 2.
Stk. 2. Upplýsingar sum verða latnir eftir stk. 1 skal fyri tann einstaka lántakaran og goymsluhavaran upplýsa:

  1. Navn konto- ella goymsluhavarans, bústað, persóntal ella arbeiðsgevaratal/virkistal,
  2. tilskrivaðar ella gjaldkomnar rentur,
  3. restskuld pr. 31. desember og
  4. áljóðandi virði av restskuld pr. 31. desember.

Stk. 3. Upplýsingar sambært stk. 2, skulu av tí upplýsingarskylduga latast Toll- og skattstovu Føroya innan 20. januar á hvørjum ári.
Stk. 4. Tann upplýsingarskyldugi skal innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar eftir stk. 2 viðvíkja, fráboða lántakaranum og goymsluhavaranum um teir til Skattstovuna latnu upplýsingarnar.

§ 4. Tann, sum stovnar konto, sbr. § 120 b og § 120 h, ella goymslu ella letur inn pantibrøv við panti í fastari ogn í varðveitslu til at umsita, sbr. § 120 j, skal til tann upplýsingarskylduga upplýsa:

  1. Navn konto- ella goymsluhavarans ella navn á tí, ið eigur pantibrævið,
  2. bústað,
  3. persóntal ella arbeiðsgevaratal/virkistal, ella
  4. aðrar upplýsingar sum eru neyðugar fyri at vita, hvør kontohavarin ella goymsluhavarin er.

Stk. 2. Upplýsingar sambært stk. 1 um verandi konti, skulu latast upplýsingarskylduga í seinasta lagi 1. mars 1994.
Stk. 3. Eru fleiri ánarar til eina konto, skal persón- ella arbeiðsgevaratal/virkistal hjá hvørjum einstøkum skrásetast.
Stk. 4. Feløg ella onnur, sum hvørki hava persón- ella arbeiðsgevaratal, skulu upplýsa persón- ella arbeiðsgevaratal/virkistal hjá formanninum ella øðrum heimilaðum persóni.
Stk. 5. Kontohavarin skal beinanvegin boða upplýsingarskylduga frá broytingum í navni, bústaði, persóntali ella øðrum sambært stk. 1-4.

§ 5. Tá ið upplýsingar sambært § 4 verða latnar, skal frumrit ella váttað avrit av samleikaprógvi vísast. Góðkend samleikaprógv eru t.d. pass, persóntalkort, sjúkrakassabók ella førarabræv.
Stk. 2. Verða upplýsingarnar sendar, skal eitt av teimum í stk. 1 góðkendu samleikaprógvum fylgja við.

§ 6. Reglurnar í § 1-5 eru eisini galdandi fyri deyðsbúgv og trotabúgv, viðgjørd í Føroyum.

2. kapittul
Kontohavarar, ið búgva ella hava tilhald uttanlands

§ 7. Persónur, ið ikki er búsitandi í Føroyum ella ikki hevur verið her longri enn 3 mánaðir, skal tá ið hann vil stovna konto í peningastovni lata upplýsingar sambært § 4.
Stk. 2. Reglurnar um samleikaprógv v.m. í § 5 eru samsvarandi galdandi.
Stk. 3. Um persónur ikki lýkur treytirnar viðvíkjandi persóntali í § 4 fyri at stovna konto, skal hann upplýsa navn, føðingardag og bústað.

§ 8. Stovnar, feløg v.m., ið ikki hava heimstað í Føroyum og sum vilja stovna konto í peningastovni, skulu lata upplýsingar sambært § 4 ella § 7.
Stk. 2. Reglurnar um samleikaprógv v.m. í § 5 eru samsvarandi galdandi, samanber § 7.
Stk. 3. Reglurnar í stk. 1 og 2 eru samsvarandi galdandi fyri deyðsbúgv og trotabúgv v.m., ið ikki verða viðgjørd í Føroyum.

3. kapittul
Útlendsk umboð v.m.

§ 9. Konti hjá persónum, sum eru nevndir í § 3, stk. 1, litra a), b), c), e) og f) í skattalógini, eru undantiknar reglunum í hesi kunngerð.

§ 10. Brot á hesa kunngerð verða sektað sambært § 120 l í skattalógini.

§ 11. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Reglan í § 1 í hesi kunngerð, sbr. eisini § 120 b í skattalógini, fær gildi fyri rentur av konti í peningastovnum v.m., tilskrivaðar ella góðskrivaðar aftaná 31. desember 1993 og fyri seinni ár, somuleiðis fyri innistandandi á somu konti pr. 31. desember 1993 og seinni ár. Reglan um upplýsingarskyldu fær fyrstu ferð gildi fyri rentur, sum verða tilskrivaðar ella góðskrivaðar aftaná 31. desember 1993, og skal fráboðan um hesar rentur fráboðast Toll- og skattstovu Føroya fyrstu ferð innan 20. januar 1995. Fráboðan um innistandandi pr. 31. desember 1993 skal fyrstu ferð latast Toll- og Skattstovu Føroya í 1994. Fyri seinni ár verður upplýst Skattstovuni eftir reglunum í skattalógini, sbr. § 1, 4. stk., § 2, 4. stk. og § 3, 3. stk. í hesi kunngerð.
Stk. 3. Skyldan at geva Toll- og skattstovu Føroya upplýsingar um lán og pantibrøv, sum eru sett í goymslu, sbr. §§ 2 og 3 í hesi kunngerð, sbr. eisini §§ 120h og 120j í skattalógini, er galdandi fyri rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella eru falnar til gjaldingar aftaná 31. desember 1993. Skuld og áljóðandi virði av hesum, skal fyrstu ferð verða upplýst fyri saldo pr. 31. desember 1993, og skal fyrstu ferð latast Toll- og Skattstovu Føroya í 1994. Fyri seinni ár verður upplýst Skattstovuni eftir reglunum í skattalógini, sbr. § 1, 4. stk., § 2, 4. stk. og § 3, 3. stk. í hesi kunngerð.