Skriva út

Kunngerð nr. 89 frá 14. september 2006

um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug

Sum broytt við kunngerð nr. 54 frá 30 apríl 2020, kunngerð nr. 93 frá 18. juni 2020 og kunngerð nr. 95 frá 14. september 2023.

Við heimild í § 105, stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunu­skatt við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. 1) 3) Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er 1. mai. Sama freist er galdandi fyri løntakarar uttanlands.

§ 2. 2) § 2. Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø., sbr. § 1, stk. 1, nr. 7-17 og § 2 í skattalógini, er 1. juli í álíkningarárinum.

§ 3. Freistirnar sambært §§ 1 og 2 eru eisini galdandi fyri at lata inn ognaruppgerðir fyri avvarðandi inntøkuár.

§ 4. Økisskrivstovunum er tó heimilað, tá ið heilt serligar grundir eru til tess, s.s., deyði og sjúka, at leingja freistirnar sambært §§ 1 og 2, ein mánað í senn, tó ikki út um 15. august í álíkningarárinum.
Stk. 2. Treytin fyri, at freistin kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send økis­skriv­stovunum í seinasta lagi 7 dagar, áðrenn freistin er úti, og at sjálvuppgávur, rokn­skapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin til Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 5. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella latin í postin. Eisini ber til at senda sjálvuppgávuna við telduposti, sum pdf-fílur. Sama er galdandi viðvíkjandi rokn­skapi og ognaruppgerð.
Stk. 2. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag ella sunnu- ella halgidag, verður innlat­ing­ar­dagurin fyrsti eftirfylgjandi gerandisdagur.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 92 frá 19. november 1999 um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 54 frá 30. apríl 2020, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi sama dag, sum hon verður kunngjørd (Útgivið: 30. apríl 2020).

2) Broytt við kunngerð nr. 93 frá 18. juni 2020, har § 2 er soljóðandi: Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd (Útgivið: 19. juni 2020).
Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021.

3) Broytt við kunngerð nr. 95 frá 14. august 2023, § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 18. august 2023).

Fíggjarmálaráðið, 14. september 2006

Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)