Skriva út

Kunngerð nr. 9 frá 16. februar 1989

um at ymiskar ásetanir í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt koma í gildi

Við heimild í § 2, stk. 1, 2. punktum í løgtingslóg nr. 49 frá 26. mai 1988 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Reglurnar í § 1, pkt. 20 til 31 í løgtingslóg nr. 49 frá 26. mai 1988 verða við hesum settar í gildi.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.