Skriva út

Kunngerð nr. 94 frá 09. juni 2021

um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 fyri tíðarskeiðið frá og við 1. september 2020 til og við 31. mai 2021

Við heimild í § 1, stk. 3, § 2, stk. 4 og 5, § 4, stk. 7, § 7, stk. 5, § 8, stk. 5 og § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 5. mai 2021 um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 fyri tíðarskeiðið frá og við 1. september 2020 til og við 31. mai 2021, verður ásett:

§ 1. Ferðavinnufyritøkur eftir hesi kunngerð eru fyritøkur, sum reka fylgjandi virksemi:
1) Gistingarhúsvirksemi: Móttøka av gistandi, har tað ikki bert verður leigað út parttíð, við møguleika fyri borðreiðing og øðrum tænastum,
undir hesum dagliga reingerð og seingjaruppreiðan á minst trimum kømrum ella íbúðum, morgunmatarstova við góðkendum køki, og har gistingarhúsvirksemið verður nýtt í lýsingum og marknaðarføring av virkseminum, og har tað er í minsta lagi eitt starvsfólk umframt stjóran ella eigaran.
2) Matstovuvirksemi: Borðreiðing av mati og drykkjuvørum við innandura sitiplássum til í minsta lagi 12 fólk, og í minsta lagi helvtin av
umsetninginum skal vera frá mati.
3) Ferðaskrivstovur: Fyritøkur sum fyriskipa, marknaðarføra og selja ferðir, útferðir, ráðstevnur og líknandi.
4) Fyriskipaðar túrar við ferðafólki: Ferðaleiðarar, skjóttgangandi stuttleikabátar, fiskibátar, útferðarbátar og líknandi.
5) Flutningur av ferðafólki: Fyritøkur, sum flyta ferðafólk millum lond og innanlands, undir hesum ferjur og bussar, men ikki flogfør og tyrlur.

§ 2. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Fyritøka: Ein likamligur persónur, sum fyri egna rokning rekur vinnuligt virksemi, t.e. sjálvstøðugt vinnurekandi, ella ein løgfrøðiligur persónur, undir hesum partafelag, smápartafelag, íognarfelag, kommandittfelag, lutafelag og aðrar fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd ella deild undir útlendskum løgfrøðiligum persóni, sum rekur vinnuligt virksemi í Føroyum.
2) Vinnuligt virksemi: Søla av vørum ella immateriellum rættindum, tænastuveitingum o.l., sum fyritøkan vanliga móttekur viðurlag fyri,
og har fyritøkan hevur sum endamál at fremja fíggjarligu áhugamálini hjá eigaranum av fyritøkuni, eigarunum av ella luttakarunum í
felagnum ella fíggjarligu áhugamálini hjá grunninum.
3) Samtak: Eitt móðurfelag og dótturfeløg tess, sbr. § 5, nr. 17 og § 7 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.
4) Umsetningur: Søluvirðið av framleiðslu og tænastuveitingum o.ø., frádrigið avsláttur, meirvirðisgjald og annan skatt. Fyritøkan skal
gera umsetningin upp eftir somu meginreglum, sum í seinasta roknskapinum. Hevur fyritøkan ikki ein roknskap, skal fyritøkan gera umsetningin upp samsvarandi við ta lóggávu, sum er galdandi fyri fyritøkuna.
5) Fastar útreiðslur: Skjalfestar útreiðslur viðvíkjandi virkseminum hjá fyritøkuni, knýttar at virksemi í Føroyum, sum eru óheftar av søluni
og framleiðsluni hjá fyritøkuni, og sum fyritøkan skal rinda, hóast fyritøkan ikki hevur sølu ella framleiðslu eitt tíðarskeið, undir hesum húsaleiga, el, leasing, tryggingargjøld, fjarskiftisgjøld og hiti umframt rentuútreiðslur o.a. Avskrivingar eru fastar útreiðslur eftir hesi kunngerð, umframt lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk, sbr. nr. 6 og 7 og § 3. Fyritøkan skal gera føstu útreiðslurnar upp eftir somu
meginreglum, sum í seinast góðkenda roknskapinum. Hevur fyritøkan ikki ein roknskap, sum fyrr er góðkendur, skal fyritøkan gera føstu
útreiðslurnar upp samsvarandi við ta lóggávu, sum er galdandi fyri fyritøkuna. Hækkingar í føstum útreiðslum kunnu, um tær eru ella verða
settar í verk eftir 1. september 2021, takast við í umsóknina, um tær verða framdar sambært fastlagdari skipan í upprunaavtaluni.
6) Lønarútreiðslur: Samlaða A-inntøkan hjá starvssetta íroknað ALS gjald, AMEG gjald og frítíðarløn og frítíðarískoyti.
7) Kjarnustarvsfólk: Starvsfólk, sum fyritøkan hevur havt fyri neyðini at hava í starvi.

§ 3. Stuðul til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk kann í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin, og kann ikki vera hægri enn lønin, sum er rindað starvsfólkunum, undir hesum ALS gjald, AMEG gjald og frítíðarløn og frítíðarískoyti, sum arbeiðsgevarin skal rinda. Ein fullur starvsbrøkur er 40 tímar um vikuna.
Stk. 2. Fyritøkur, sum hava tvey ella fleiri fólk í starvi við niðursettum starvsbrøki, kunnu leggja starvsbrøkirnar saman til fullan starvsbrøk.
Stk. 3. Fyritøkan skal grundgeva fyri, at starvsfólkini eru neyðug. Er grundgevingin ikki nøktandi, kann TAKS sýta at góðkenna lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk.
Stk. 4. Er ferðavinnufyritøkan partur í einum samtaki, og um fyritøkurnar reka virksemi, sum er fevnt av tveimum ella fleiri av virkseminum, nevnt í § 1, nr. 1-5, verður stk. 1-3 nýtt upp á samlaðu fyritøkurnar í samtakinum. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri fyritøkur í einum samtaki, sum rekur sjóvegis ferðafólkaflutning millum Føroyar og útheimin.

§ 4. Umsókn um stuðul skal latast TAKS í seinasta lagi 1. juli 2021. Umsóknir skulu latast inn á serligum oyðublað, sum liggur á heimasíðuni hjá TAKS, www.taks.fo.
Stk. 2. Fyritøkan skal søkja um stuðul fyri alt stuðulstíðarskeiðið og kann bert fáa rindað út stuðul einaferð.

§ 5. Ferðavinnufyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum hava minni enn 20.000 kr. í umsetningi í einum tilvísingartíðarskeiði, skulu lata inn eina fíggjarætlan við ætlaða umsetninginum umframt veruliga umsetninginum í stuðulstíðarskeiðinum.
Stk. 2. Fyritøkan skal grundgeva fyri, hví væntaða afturgongdin í umsetninginum er orsakað av COVID-19.
Stk. 3. Fyritøkan skal upplýsa stovningardag, ella, um fyritøkan ikki hevur ein ávísan stovningardag, eina dagfesting fyri byrjan av virkseminum.

§ 6. TAKS umsitur stuðulsskipanina eftir løgtingslógini og kunngerðini og hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini og kunngerðini verða hildnar.
Stk. 2. Eru treytirnar í løgtingslógini ella í kunngerðum sambært hesi løgtingslóg ikki loknar, skal stuðulin heilt ella partvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein ferðavinnufyritøka, ið fær stuðul, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir ásetingunum í løgtingslógini ella í hesi kunngerð, ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal ferðavinnufyritøkan ella búgvið hjá fyritøkuni gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Stk. 4. Ferðavinnufyritøkur og grannskoðarar hava skyldu at lata eftirlitsmyndugleikanum upplýsingar. Stuðulin kann verða kravdur aftur, um upplýsingar ikki verða latnar.

§ 7. TAKS kann frá fyritøkuni, leiðsluni og frá grannskoðaranum hjá fyritøkuni krevja at fáa tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at skjalprógva, at krøvini í hesi kunngerð eru hildin.

§ 8. Avgerðir, sum TAKS hevur tikið sambært hesi kunngerð, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við 1. september 2020.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 9. juni 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)