Skriva út

Kunngerð nr. 95 frá 7. juni 2000

um uppgerð og avrokning av avgjøldum av vinningi eftir løgtingslógunum um føroyskan happadrátt og kringvarp v.m.

Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinningi við burturluting v.m. verður ásett:

§ 1. Kringvørp, sum skipa fyri eydnuspæli sambært løgtingslóg um kringvarp v.m., skulu í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftaná eitt avgjaldstíðarskeið er endað, lata Toll-og Skattstovu Føroya uppgerð, sum greitt vísir avgjaldsgrundarlagið fyri avvarðandi avgjaldstíðarskeið.
Stk. 2. Avgjaldstíðarskeiðini eru 4 um árið: 1. januar – 31. mars, 1. apríl – 30. juni, 1. juli – 30. september og 1. oktober – 31. desember.

§ 2. Føroyski happadrátturin, sum skipar fyri happadrátti sambært løgtingslóg um føroyskan happadrátt, skal í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftaná eitt avgjaldstíðarskeið er endað lata Toll-og Skattstovu Føroya uppgerð, sum greitt vísir avgjaldsgrundarlagið fyri avvarðandi avgjaldstíðarskeið.
Stk. 2. Avgjaldstíðarskeiðini eru 2 um árið: 1. januar – 30. juni og 1. juli – 31. desember.

§ 3. Avgjaldið skal rindast Toll-og Skattstovu Føroya samstundis, sum uppgerðin verður latin inn.
Stk.2. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag ella sunnu- ella halgidag, verður innlatingardagurin fyrsti eftirfylgjandi gerandisdagur.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

Fíggjarmálastýrið, 7. juni 2000

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)