Skriva út

Kunngerð um broyting í kunngerð um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt
frítíðarvirksemi

(Longd freist fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi o.a.)

§ 1
Í kunngerð nr. 10 frá 27. januar 2021 um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi, sum broytt við kunngerð nr. 104 frá 13. juni 2022, verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 3, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini staðfesta, at íløgan er omanfyri 1 mió. kr. og at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fingin til vega:
1) sum gáva,
2) kemur frá óløntum og sjálvbodnum arbeiði,
3) stavar frá innsavnan, undir hesum vanligum og staðbundnum kirkjuskatti, og
4) at fígging er til alla íløguverkætlanina.”

2. Í § 10, stk. 1 verður “31. desember 2022” broytt til: “31. desember 2027”.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 18. august 2023)

Fíggjarmálaráðið, 14. august 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Samanskrivað kunngerð nr. 10 frá 27. januar 2021