Skriva út

Kunngerð nr. 97 frá 4. november 1983

um skráseting av ávísingarskyldugum/arbeiðsgevarum

Við heimild í §§ 125 og 126 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt hevur Føroya landsstýri fyrisett:

§ 1. Ein skrá verður gjørd yvir teir persónar, feløg og felagsskapir v.m., sum eru ávísingarskyldugir eftir 6. kapitli í lóg um landsskatt og kommunuskatt. Líkningarráð Føroya stovnar og umsitur skránna, sum verður nevnd arbeiðsgevaraskráin.
2. stk. Fyri partafeløg er serstakliga galdandi, at hesi uttan mun til ávísingarskyldu annars verða tikin við í arbeiðsgevaraskránni. Tað í § 4 í hesi kunngerð nevnda arbeiðsgevaratal verður samstundis skrásetingartal hjá tí einstaka felagnum í skattaskránni.

§ 2. Øll, sum tann 15. november 1983 lúka treytirnar fyri at vera ávísingarskyldug samb. 6. kapittul í lógini, skulu lata seg skráseta í seinasta lagi hin 1. december 1983. Eru nevndu treytir loknar seinri enn 16. november 1983, skal skrásetingin fremjast í seinasta lagi 8 dagar aftan á, at treytirnar eru loknar. Skrásetingin skal tó í øllum førum verða framd í so góðari tíð, at tað í § 4 í hesi kunngerð nevnda arbeiðsgevaratal kann verða tillutað ávísingarskylduga, áðrenn A-inntøka fyrstu ferð verður ávíst gjøgnum afturhaldsskipanina.

§ 3. Hin ávísingarskyldugi skal, tá ið hann verður skrásettur, siga frá navni virkisins og bústaðnum, haðani virkið verður rikið.
2. stk. Eisini skal verða sagt frá, um virkið verður rikið sum einstaklingafyritøka, íognarfelag, partafelag, felagsskapur, ella hvør virkishátturin annars er. Vinnugreinin skal somuleiðis tilskilast og navn og bústaður hjá møguligum høvuðsvirki. Verður virkið rikið av einum ella fleiri eigarum, skal føðingardagur (persónstal), navn og bústaður hjá hvørjum sær tilskilast. Er ein ella fleiri av ábyrgdarpersónunum ein juridiskur persónur, skal arbeiðsgevaratalið hjá viðkomandi tilskilast. Partafeløg og felagsskapir v.m. skulu siga frá, hvør heimakommunan er hjá felagnum ella felagsskapinum. Partafeløg skulu harumframt siga frá tí tali, sum tey eru skrásett við í partafelagsyvirlitinum.
3. stk. Nýtir hin ávísingarskyldugi annað roknskaparár enn álmanakkaárið, skal hetta tilskilast. Nýstovnað partafeløg skulu harumframt tilskila fyrsta roknskaparskeið felagsins.
4. stk. Fráboðan um broytingar, sum henda aftaná at skrásetingin er send arbeiðsgevaraskránni, og somuleiðis fráboðan um, at ávísingarskyldan heldur uppat, skal sendast líkningarráðnum innan 14 dagar.

§ 4. Tá ið skrásetingin er farin fram, fær hin ávísingarskyldugi eitt arbeiðsgevaratal í arbeiðsgevaraskránni. Ein ávísingarskyldugur kann fáa fleiri arbeiðsgevaratøl, um virkið hevur fleiri deildir við hvørjum sínum serskildum roknskapi. Aftaná at vera skrásettur fær hin ávísingarskyldugi eitt skrásetingarskjal, sum vísir, hvussu hann er skrásettur, og sigur frá tí arbeiðsgevaratali, sum honum er tillutað. Broytingar v.m. samb. § 3, 4. stk. føra við sær, at nýtt skrásetingarskjal verður latið hinum ávísingarskylduga.

§ 5. Landsstýrið kann í samráð við Líkningarráð Føroya áseta aðrar neyðugar reglur í samband við stovnan og umsitan av arbeiðsgevaraskránni.

§ 6. Føroya Landsstýri ásetir støddina á teimum í § 126 í lógini nevndu dagligu sektunum í teimum førum, tá ið ein ávísingarskyldugur ber seg undan at gera eftir teimum reglum, sum nevndar eru frammanfyri.

§ 7. Verða ásetanirnar í §§ 2, 3 og 5 ikki hildnar, kann sekt verða áløgd, um mett verður, at tað er gjørt við vilja ella av stórum gáloysni, jbr. § 148 í lógini.