Skriva út

Kunngerð nr. 99 frá 30. juni 2017

um broyting í kunngerð um talgildan roknskap (Freistin longd fyri at lata upplýsingar í XBRL-sniði)

§ 1
Í kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015 um talgildan roknskap verður § 1, stk. 1, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Feløg, ið eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, skulu harumframt í seinasta lagi innan 1. januar 2018 lata pplýsingarnar í XBRL-sniði.”

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016. (Útgivið: 30.06.2017)

Samanskrivað kunngerð nr. 146 frá 18.12.2015

Fíggjarmálaráðið, 30. juni 2017
Høgni Hoydal, landsstýrismaður / Jan Mortensen