Skriva út

Kunngerð nr. 99 frá 8. juni 2022 um broyting í kunngerð um skráseting av hýruvognum og skúlaakførum uttan skrásetingargjald

(Annar kærumyndugleiki)

§ 1
Í kunngerð nr. 1 frá 4. januar 2017 um skráseting av hýruvognum og skúlaakførum uttan skrásetingargjald, verður í § 8 “Skatta- og avgjaldskærunevndina” broytt til: “Føroya Kærustovn”.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 15. juni 2022)

Samanskrivað kunngerð nr. 1 frá 4. januar 2017

Fíggjarmálaráðið, 8. juni 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)