Skriva út

Kunngerð frá 4. desember 1978 frá Líkningarráð Føroya

Við heimild í § 33 í løgtingslóg nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m., hevur líkningarráðið fyriskipað niðanfyri standandi

REGLUR
viðvíkjandi skattligum avskrivingum hjá eigarum av skipa- og bátspørtum.
Fyri at eigarar av skipa- og bátspørtum kunnu krevja rætt til avskriving, herundir eisini forskotsavskriving er treytað:

  1. At líkningarráðnum er latið avrit av eigarasáttmála ella har ongin slíkur er, av skjali, undirskrivað av øllum eigarum harav framgongur
    a. navn og bústaður eigaranna
    b. hvussu stóran part, hvør eigur og stendur til svars fyri og
    c. hvør ella hvørji hava rætt til at gera bindandi avtalur fyri allar eigararnar.
  2. At tey undir 1 nevndu skjøl skulu verða gjørd og undirskrivað í seinasta lagi 31. desember og send líkningarráðnum í seinsta lagi 20. januar árið eftir.
  3. At hvør broyting, sum verður gjørd í sáttmálanum og/ella eigaraviðurskiftunum, herundir yvirflyting millum hjúnafelagar sambært § 17 B, 2. stk. í skattalógini, skal skrivliga verða boðað líkningarráðnum frá í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at hon er gjørd.
  4. At hvør eigari viðleggur sjálvuppgávu sínari eintak av roknskapinum.

Henda kunngerð fær gildi frá og við skattaárinum 1979/80 og verður samstundis kunngerð ráðsins frá 27. mars 1974 sett úr gildi.