Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 100 frá 11. juni 1997

um rætt til stuðul til persónar, sum ikki lúka treytirnar í rentustuðulslógini

Við heimild í § 1, stk. 2 og § 8, stk. 2 í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Føroya Landsstýri kann játta rentustuðul til persónar, sum ikki lúka treytirnar í § 1, stk. 1, nr. 1 og 2 í rentustuðulslógini.

§ 2. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Umsókn um stuðul eftir § 1 verður stílað til landsstýrismannin í fíggjarmálum, ið hevur ta endaligu fyrisitingarligu avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin leitar sær ummæli frá Toll- og Skattstovu Føroya, Lógardeildini, um ta innkomnu umsóknina.

§ 3. Rentustuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.