Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 10 frá 15. januar 2016

um meirvirðisgjald av byggikostnaðinum av leigubústøðum

Við heimild í § 3 b, stk. 5 og § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 17. mai 2013, verður ásett:

§ 1. Henda kunngerð fevnir um meirvirðisgjald av byggikostnaði hjá teimum, sum byggja ella umbyggja  bygningar til leigubústaðir.
Stk. 2. Tey, sum byggja ella umbyggja bygningar til leigubústaðir, skulu rinda meirvirðisgjald í landskassan av byggikostnaðinum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 2. Meirvirðisgjald av byggikostnaðinum kann eftir umsókn verða afturgoldið við 100% av inngangandi meirvirðisgjaldinum.

§ 3. Fíggjarætlanin og kostnaðarætlanin av at byggja ella umbyggja bygningar til leigubústaðir skal vera góðkend av statsautoriseraðum, skrásettum ella løggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini staðfesta, hvussu stórur meirvirðisgjaldsparturin er, og at fígging er til alla byggiverkætlanina.

§ 4. Kommunan, har íløgan verður gjørd, skal vátta, at byggiverkætlanin er í samsvari við løgtingslóg um at byggja bygningar o.a., og reglur ásettar við heimild í løgtingslógini, og upplýsa hvussu nógvir leigubústaðir eru atkomiligir og kunnu nýtast av fólki í koyristóli.

§ 5. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. Fyri at kunna góðkenna umsóknina skal TAKS, saman við umsóknini, hava góðkenning frá grannskoðara og váttan frá kommununi sbrt. §§ 3 og 4.

§ 6. TAKS fær tinglýst veðskuldarbræv, fyri rokning byggiharrans, í leigubústaðarverkætlanini svarandi til meirvirðisgjaldið sbrt. fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini.

§ 7. Tíðarfreist at lata inn uppgerðina er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 8. Samlaða endurgjaldið kann ikki verða hægri enn meirvirðisgjaldið í fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini,
sum er góðkend av grannskoðara, sbrt. § 3.

§ 9. Útleigari hevur skyldu at boða TAKS frá broytingum, sum føra við sær javning av avgjaldi, sbrt. § 3 b, stk. 3 í løgtingslógini, so sum at leigubústaðir ikki longur verða nýttir til leigubústað, og at leigubústaðir ikki eru bygdir í samsvari við treytirnar og reglurnar fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið.

§ 10. Tann, ið við vilja ella av grovum ósketni brýtur §§ 3, 4 og 9, verður revsaður við bót, uttan so at hann er skyldugur til strangari revsing sambært § 33, stk. 1 og 3 í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Reglurnar í § 33, stk. 4 og § 34 í løgtingslógini eru eisini galdandi fyri brot á hesa kunngerð.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2016.
Stk. 2. Hendan kunngerð fer úr gildi 31. desember 2019.

Fíggjarmálaráðið, 15. januar 2016

Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Útgivið: 19. februar 2016