Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 109 frá 03. oktober 1994 frá Føroya Landsstýri

um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum

Við heimild í § 12, stk. 6 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur Føroya Landsstýri fyrisett:

§ 1. Meirvirðisgjaldsskyldug søla fevnir ikki um sølu av bókum, ið hoyra undir vøruflokk 4901 í toll- og vøruskránni.

§ 2. Tá ivi er um ávísar vørur hoyra undir vøruflokk 4901 í toll- og vøruskránni, tekur nevndin í § 19 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll avgerðir sambært reglunum í § 20 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, og er avgerðin galdandi fyri vavið á avgjaldsskylduni eftir hesi kunngerð.

§ 3. Henda kunngerð fær gildi 1. oktober 1994. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 167 frá 30. desember 1992 um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum.