Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 109 frá 11. desember 2014

um krøv til skattliga ársroknskapin

§ 1. Ásetingarnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri skattskyldug, sum hava roknskaparskyldu.
Stk. 2. TAKS kann sleppa smáum einstaklingavirkjum undan at nýta teir í § 2 nevndu standardroknskapir, tá hetta ikki stendur mát við lítla virksemi teirra.

§ 2. Tann ársroknskapur, ið skal latast TAKS, skal vera settur upp sambært teimum standardroknskapum, sum standa í skjali 2-8 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Bókhaldið skal leggjast soleiðis til rættis, at allar skrásetingar skulu kunna fylgjast til tær skattligu uppgerðirnar. Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av.
Stk. 3. Skattligar broytingar til ársroknskapin skulu gerast soleiðis, at tað er gjørligt at staðfesta sambandið við skattauppgerðina fyri undanfarna ár.

§ 3. Hóast ásetingina í § 2, stk. 1 skulu skattskyldug sbrt. kolvetnisskattalógini og vinnurekandi deyðsbúgv ikki lata inn sbrt. skjølunum í hesi kunngerð.

§ 4. Eftir áheitan skal tann roknskaparskyldugi lata TAKS útgreiningar til einstøku teigarnar í fylgiskjølunum.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015. Útgivið: 12. desember 2014


Fíggjarmálaráðið, 4. desember 2014
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)