Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 110 frá 31. august 2009

um meirvirðisgjald hjá kommunum v.m.

§ 1. Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg, sbrt. kap. 3 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg.
Stk. 2. Kommunur, kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg skulu rinda meirvirðisgjald til landskassan av virksemi sínum samsvarandi galdandi
reglum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 2. Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.

§ 3. Bókhaldið hjá kommunum og serstøkum lutaíbúðafeløgum skulu lúka krøvini í kap. 8 í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Kommunur skulu harumframt lúka krøvini um roknskaparverk kommunanna o.tíl. Serstøk lutaíbúðarfeløg skulu harumframt lúka krøvini í kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap.

§ 4. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. TAKS útflýggjar umsóknarbløð at nýta viðvíkjandi endur­rindanini.

§ 5. Tíðarfreist at lata inn uppgerðina ávikavist avgjaldstíðarskeiðið er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Stk. 2. Er uppgerð hjá kommunu saman við umsókn og tíðarskeiðs­rokn­skapum, sbrt. kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl., rætt­stundis móttikin, fer útgjaldingin fram í kommunuavrokning frá Føroya Gjaldstova.
Stk. 3. Er uppgerð hjá serstøkum lutaíbúðarfelagi saman við umsókn rættstundis móttikin, fer útgjaldingin fram í seinasta lagi 3 vikur eftir, at avgjaldsupphæddin fyri viðkomandi tíðarskeið er móttikin.
Stk. 4. Kann TAKS ávíkavist Føroya Gjaldstova vegna viðurskiftini hjá einari kommunu ella serstøkum lutaíbúðarfelag ikki hava eftirlit við uppgerðini, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, til viðurskiftini hjá kommununi ella serstaka lutaíbúðarfelagnum ikki longur forða fyri eftirliti.

§ 6. Endurgjaldið kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðis­gjaldinum. Er ivi um støddina á upphæddini ella um, hvussu komið er fram til upphæddina, sum skal endurgjaldast, kann TAKS gera eina metta áseting av upphæddini.
Stk. 2. Avgerðin hjá TAKS kann kærast til Skatta- og Avgjaldskæru­nevnd­ina.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 25 frá 19. februar 2003 um meirvirðisgjald hjá kommunum.

Fíggjarmálaráðið, tann 31. august 2009

Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)