Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 11 frá 25.03.2008

um starvsskipan fyri Skuldarumskipanarnevndina

Við heimild í § 8, stk. 6 og § 9 í løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin) verður ásett:

§ 1. Skuldarumskipanarnevndin viðger umsóknir um umskipan av skuld, sum persónur hevur til Landskassan.

§ 2. Føroya Kærustovnur virkar sum skrivstova hjá nevndini og tekur sær av øllum samskifti við umsøkjaran og fyrireikar málini fyri nevndina.

§ 3. Umsókn skal vera send til Føroya Kærustovn.
Stk. 2. Umsóknin skal vera skrivlig og grundgivin. Umsøkjarin fær serstakt umsóknarblað frá Føroya Kærustovni at útfylla.
Stk. 3. Um søkt verður um skuldarumskipan vegna sjúku, skal læknaváttan sendast saman við umsóknarblaðnum.

Fyrireika mál

§ 4. Tá umsókn kemur inn, verður avrit av umsóknini sent til myndugleikan, sum umsitur skuldina. Biðið verður um ummæli við áheitan um at útvega øll skjøl, sum eru viðkomandi fyri málið, gera eina greining av skuld umsøkjarans og eina frágreiðing um gongdina í málinum.
Stk. 2. M.a. skal upplýsast um alla skuld umsøkjarans, hvat slag av skuld talan er um, hvat ár skuldin stavar frá, og hvat upprunaskuldin var. Upplýsast skal eisini, um nakað av skuldini er goldið og um so er hvussu. Harafturat skal verða upplýst, um pant er tikið í ogn umsøkjarans fyri nakað av skuldini. Eisini eigur eitt uppbýti av skuldini í lands- og kommunuskatt, rentur o.s.fr. at verða gjørt.
Stk. 3. Umbidnu upplýsingar skulu verða Kærustovninum í hendi innan eina freist uppá ein mánaða. Í serstøkum føri kann svarfreistin verða longd jvf. § 8.

§ 5. Ummælið verður sent til umsøkjaran, soleiðis at umsøkjarin verður kunnaður og kann koma við viðmerkingum.
Stk. 2. Umsøkjarin skal hava eina hóskandi freist at koma við viðmerkingum til upplýsingarnar í ummælinum. Umsøkjarin kann í ávísum førum fáa eina longda svarfreist.
Stk. 3. Um hoyringin hevur við sær viðmerkingar ella nýggj skjøl, sum mett verður kunnu hava ávirkan á málið um eftirgeving, verða tey send avvarandi myndugleika til viðmerkingar.
Stk. 4. Føroya Kærustovnur kann áseta eina hóskandi freist fyri, nær umbidnu upplýsingarnar skulu vera Kærustovninum í hendi.

§ 6. Tá mett verður, at tær upplýsingar, sum skulu til fyri at gera eina lýsing av málinum, eru innkomnar, ger Føroya Kærustovnur eitt upprit við tilmæli um avgerð. Tá uppritið er klárt, verður málið sett á skrá til fund hjá Skuldarumskipanarnevndini.

§ 7. Kemur nýtt tilfar inn til Skuldarumskipanarnevndina, eftir at eitt mál er sett á skrá til fund, verður málið tikið av skránni. Hetta verður tó ikki gjørt, um mett verður, at innkomna tilfarið er av slíkum slagi, at tað ikki hevur týdning fyri avgerðina hjá Skuldarumskipanarnevndini.

§ 8. Eitt mál fellur burtur um so er, at umsøkjarin aftan á eitt hálvt ár ikki hevur latið inn neyðugu upplýsingarnar soleiðis, at málið kann viðgerast og sendast til hoyringar hjá avvarðandi myndugleikum.
Stk. 2. Kærustovnurin sendir umsøkjaranum áminningar um at koma við neyðugu upplýsingunum, so at málsviðgerðin kann byrja. Í 3. áminning verður umsøkjarin kunnaður um, at málið fellur burtur, hevur Kærustovnurin ikki innan eina ávísa freist fingið neyðugu upplýsingarnar. Burturfallin mál verða løgd fyri nevndina til kunningar.

Nevndarfundir

§ 9. Føroya Kærustovnur kallar limirnar í Skuldarumskipanarnevndini til fundar í minsta lagi eina viku frammanundan, at fundurin ætlandi skal verða hildin. Serligar umstøður kunnu tó gera, at neyðugt er at innkalla nevndina við eini styttri freist.
Stk. 2. Limirnir hava skyldu at koma á allar fundir, tá tað ikki av fullgyldugum grundum er teimum ógjørligt. Um tað berst limi frá at møta, eigur hann at siga Føroya Kærustovni frá skjótast gjørligt. Varalimur verður so innkallaður ístaðin.
Stk. 3. Saman við innkallingini verður send skrá fyri fundin og upprit við tilmælum til avgerð av teimum á skránni nevndu málum. Á skránni skal eisini standa, um nakar av umsøkjarunum ynskir at koma á fund við skuldarumskipanarnevndina.

§ 10. Umsøkjarin kann bera fram áskoðan sína munnliga fyri nevndini.
Stk. 2. Føroya Kærustovnur vegleiðir umsøkjaran um henda rætt og biður hann við eini hóskandi freist boða frá, um hann ynskir at møta.
Stk. 3. Um umsøkjarin hevur fráboðað, at hann ynskir at møta, verður hann innkallaður til fund í minsta lagi 2 vikur frammanundan, at fundurin ætlandi verður hildin.
Stk. 4. Umsøkjarin kann, nær tað skal vera, boða frá, at hann afturkallar ynski um at møta.
Stk. 5. Um mál er greitt til nevndarviðgerð, men av umsøkjarans ávum dregur óneyðugt út, kann nevndin fremja málið, uttan at umsøkjarin møtir fyri nevndini.

§ 11. Nevndarformaðurin leggur málið fram á fundinum. Um umsøkjarin er møttur, fær hann høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og grundgevingum. Nevndarlimirnir kunnu seta fram spurningar til umsøkjaran.
Stk. 2. Tá umsøkjarin er farin av fundinum aftur, viðger nevndin málið og tekur støðu til tað.
Stk. 3. Avgerðin hjá Skuldarumskipanarnevndini kann verða at umskipa skuldina, ella ikki at umskipa skuldina. Nevndin kann eisini útseta málið til nærri kanningar, um t.d. upplýsingar ella frágreiðingar framkomnar á nevndarfundinum geva høvi til tess. Nevndin kann eisini avvísa mál, um ítøkilig orsøk er til tess.
Stk. 4. Fundirnir eru ikki almennir, og bandupptøka av fundum má heldur ikki gerast.

§ 12. Nevndin er bert viðtøkufør, tá allir limirnir eru á fundi. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, er formannsins atkvøða avgerandi

Fundarbók

§ 13. Fundarbók verður førd av Føroya Kærustovni og góðkend av nevndarformanninum. Í fundarbókini skal verða upplýst, hvønn dag fundur er, og nær fundurin byrjar og endar, hvørji mál verða viðgjørd á fundinum við neyðugum frámerki, hvør avgerð er tikin, og hvør var til staðar á fundinum.
Stk. 2. Er ikki full semja um avgerðir nevndarinnar í einum máli, skulu tey, ið eru komin til aðra niðurstøðu í málinum, hava loyvi til at fáa sína støðu førda í fundarbókina, tá biðið verður um tað.
Stk. 3. Um ein limur, sum verður mettur ógegnigur sambært løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyristingarlóg, ikki sleppur at luttaka í viðgerðini og endaligu avgerðini av einum máli, skal hetta skrivast í fundarbókina. Tann, ið er mettur at vera ógegnigur, kann, um hann mótmælir avgerðini hjá nevndini, krevja at fáa sítt mótmæli móti avgerðini hjá nevndini um ógegni skrivað í fundarbókina.
Stk. 4. Tá fundur er lokin, skal fundarbókin undirskrivast av øllum nevndarlimum, sum hava luttikið á fundinum. Eingin kann við at vísa til sína serstøðu í einum máli sýta fyri at undirskriva fundarbókina.

Avgreiðsla av avgerðum

§ 14. Føroya Kærustovnur skipar fyri, at avgerðirnar hjá nevndini verða avgreiddar.
Stk 2. Avgerðirnar hjá nevndini skulu vera dagfestar og skrivliga grundgivnar. Støða skal vera tikin til tær grundgevingar og umstøður, sum umsøkjarin er komin við, uttan so at nevndu umstøður og grundgevingar verða mettar at vera lítisverdar og uttan týdning fyri avgerðina av málinum. Avgerðir skulu undirskrivast av formanninum og skrivara.
Stk. 3. Í serligum førum kann nevndin taka avgerð, har endaliga úrslitið í tølum ikki er gjørt upp, men har tað bert verður víst á, hvat avgerðin er um. Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið, skipar síðani fyri, at málið verður viðgjørt í tráð við ávísingarnar hjá Skuldarumskipanarnevndini.
Stk. 4. Avgerðin verður send til umsøkjaran og Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrið. Avgerðin verður send Stuðulsstovninum um talan er um lestrarlán, ella øðrum myndugleikum/stovnum um hesir hava umsitið skuldina fyri Landskassan. Um kommunan hevur tikið avgerð um kommunuskatt í sambandi við málsviðgerðina, verður avrit av avgerðini hjá nevndini send kommununi til kunningar.
Stk. 5. Avgerðin hjá nevndini er endalig innan fyrisitingina og kann ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika

Afturkalling

§ 15. Ein umsøkjari kann altíð bæði skrivliga og munnliga taka eina umsókn aftur. Verður umsóknin tikin aftur á fundi við Skuldarumskipanarnevndina, verður hetta ført í fundarbókina. Tað skal tó altíð skrivliga verða boðað umsøkjara frá, at Skuldarumskipanarnevndin hevur steðgað viðgerðini av umsóknini, tí hon er tikin aftur.
Stk. 2. Um kærarin leggur málið fyri skiftirættin, áðrenn Skuldarumskipanarnevndin hevur tikið avgerð í málinum, verður umsóknin til Skuldarumskipanarnevndina mett at vera burturfallin. Føroya Kærustovnur boðar umsøkjaranum skrivliga frá, at viðgerðin er steðgað í Skuldarumskipanarnevndini.

Uppafturtøka

§ 16. Skuldarumskipanarnevndin kann eftir áheitan frá umsøkjara taka eina umsókn uppaftur, um nevndin fær upplýsingar, sum hava týdning fyri málið, og sum hon ikki hevði, tá hon viðgjørdi umsóknina. Avger nevndin at taka eina umsókn uppaftur, verður hon viðgjørd eftir reglunum í hesi starvsskipan.

Umboðan

§ 17. Umsøkjari kann altíð geva Føroya Kærustovni boð um, at ein ávísur persónur hevur fingið fulltrú til í hansara stað at taka sær av øllum samskifti við Føroya Kærustovn. Føroya Kærustovnur hevur síðani alt samskiftið við tann, sum hevur fingið fulltrú, til Føroya Kærustovnur fær boð um, at hon er tikin aftur.
Stk. 2. Uttan mun til regluna í stk. 1 skulu bæði umsøkjarin og fulltrúi hansara altíð fáa avgerðina hjá Skuldarumskipanarnevndini sendandi ella eisini fráboðan um, at viðgerðin av málinum er steðgað, tá mál verður afturkallað.

Almannakunngera avgerðir

§ 18. Avgerðir hjá Skuldarumskipanarnevndini, sum verða mettar at hava almennan áhuga, kunnu verða kunngjørdar alment. Almannakunngeringin skal verða gjørd sum ein navnleys endurgeving av avgerðini.

Gildiskoma

§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri allar kærur, sum verða móttiknar á Føroya Kærustovni gildiskomudagin og seinni. (útg. 4. apríl 2008)

Fíggjarmálaráðið, 25. mars 2008

Karstin Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)