Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 112 frá 20. desember 1991

um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku.

§ 2. Arbeiðsgevarin rindar ½% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, fyrstu ferð í 1992, og skal vera goldið í seinasta lagi 1. apríl.

§ 3. Persónligir skattgjaldarar rinda ½% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn fyrstu ferð í 1992 saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.
2. stk. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 67 ár.

§ 4. Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.

§ 5. Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr.
2. stk. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992.