Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 113 frá 09. oktober 2015

um talgildan roknskap

Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:

§1. Upplýsingar, sum eru nevndar í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt bæði í XBRL-sniði og PDF-sniði um eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Likamligir persónar kunnu ístaðin lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði.
Stk. 2. Verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar, latnar inn á annan hátt enn ásett í stk. 1, verða tær mettar sum ikki latnar inn.

§2. Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar antin fráboða tær í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt nevndu upplýsingar, sum ásett í kunngerð nr. 6 frá 27. februar 2014 um talgildan roknskap ella sum ásett í § 1, stk. 1, 1. pkt.

§3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016 og eftirfylgjandi inntøkuár, sbr. tó § 2.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 27. februar 2014 um talgildan roknskap.

Útgivið: 16. oktober 2015


Fíggjarmálaráðið, 9. oktober 2015
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)