Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 117 frá 14. desember 2000 frá Fíggjarmálastýrinum

um avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi

Við heimild í § 60, stk. 1, nr. 9 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1. Sambært § 60, stk. 1, nr. 9, 1. punktum í skattalógini verða fiskispartar o.a.m. gjørdir upp saman sambært § 25a, stk. 3-7, tá hesir eru lækkaðir við 15%.

§ 2. Fyri tær inntøkur, sum eru nevndar í § 1 i hesi kunngerð, verður lækkingin avmarkað til 15% av í mesta lagi kr. 500.000 um árið, ella til í mesta lagi kr. 75.000 um árið.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøku av fiskiskapi, sum er vunnin frá og við 1. januar 2001.

Fíggjarmálastýrið, 14. desember 2000

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)