Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 1 frá 20. desember 2013

um talgildan roknskap

Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:

§ 1. Upplýsingar, sum nevndar eru í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt í PDF-sniði umvegis Vinnugluggan hjá TAKS.
Stk. 2. Eftir 1. januar 2014 verða teir stk. 1 nevndu upplýsingar, sum latnir á annan hátt enn ásett í stk. 1, mettir sum ógildugir.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014, og hon fer úr gildi 31. desember 2015.


Fíggjarmálaráðið, 20. desember 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)