Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 128 frá 10. juli 1997 frá Fíggjar- og búskapardeildini

um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur við dupult húsarhald

Við heimild í § 2, stk. 1 og 4 og § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, og § 2, stk. 3 og § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald verður fyrisett:

1. kapittul
Stuðul til ferðaútreiðlsur

§ 1. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn.
2. stk. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

§ 2. Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur, um ferðaleiðin aftur og fram pr. arbeiðsdag er longri enn 15 km, smb. tó § 3.
2. stk. Fyri fjarstøður, sum eru 16 til 48 km., er stuðulin 0,37 kr. fyri hvønn koyrdan kilometur omanfyri 15 km. pr. arbeiðsdag.
3. stk. Er fjarstøðan yvir 48 km., verður stuðulin 0,09 kr. fyri hvønn koyrdan kilometur omanfyri 48 km. pr. arbeiðsdag, men annars eftir stk. 2.
4. stk. Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á vanligu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað, og í hesum sambandi verða ásetingarnar í álmanakkanum brúktar.
5. stk. Stuðul verður bert veittur fyri einaferð aftur og fram dagliga.

§ 3. Fyri útreiðslur til innanoyggja ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum sjóvegis, verður stuðul veittur fyri tveir túrar dagliga á 5 kr. pr. arbeiðsdag.
2. stk. Kann ferðing sjóvegis bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu reglurnar í § 2 verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini.

2. kapittul
Stuðul til dupult húsarhald

§ 4. Stuðul til dupult húsarhald í Føroyum verður eftir umsókn veittur giftum persóni, sum flytur í aðra kommunu fyri at arbeiða har, um húskið er eftir í heimakommununi.
2. stk. Fyri útreiðslur í samband við dupult húsarhald í Føroyum, eru hesar stuðulsupphæddir ásettar:

  1. Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin.
  2. Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag.
  3. Ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir kap. 1.

3. stk. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið

3. kapittul
Vanligar reglur

§ 5. Tað er ein treyt fyri at fáa stuðul eftir §§ 2 og 3, at arbeiðsgevari umsøkjarans á umsóknini váttar, at viðkomandi arbeiðir hjá honum. Stuðul eftir § 4 er treytaður av, at útleigarin á umsóknini váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingarnar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættar.

§ 6. Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur ella útreiðslur í samband við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til bæði ferðaútreiðslur og dupult húsarhald í størri mun enn ásett í kap. 2.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er gjaldandi frá og við inntøkuárinum 1997.